Skulu nýta peningin til kunning og hjálp

Stuðulskonsertin leygardagin gav Krabbameinsfelagnum 76.700 krónur.

Ikki færri enn 76.700 krónur komu inn, tá Lív Jónsveinsdóttir Hansen á Strondum leygardagin skipaði fyri einum konsertdegi í bygdarhúsinum á Strondum, sum var til frama fyri Krabbameinsfelagið.

 

Á plakatini vóru trettan tónleikanøvn og ein gyklari, umframt at fólk kundu keypa sær okkurt til matna og stuðla á annan hátt, og í gjár kundi Lív Jónsveinsdóttir Hansen so handa Krabbameinsfelagnum kekkin við øllum pengunum, ið komu inn.

 

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, ið saman við Jancy Gaardlykke, dagligum leiðara í felagnum, tók ímóti pengagávuni, var sera glað og takksom fyri tær 76.700 krónurnar.

 

- Meiri vit fáa inn, meiri fáa vit hjálpt, sigur Durita Tausen. Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna, hon hevði við Rás 2 í dag.

 

Tiltakið, sum Lív Jónsveinsdóttir Hansen sjálv hevði tikið stig til og fyrireikað, var í Bygdarhúsinum á Strondum frá seinnapartinum leygardagin og fram ímóti midnátt, tá konsertir og smærri fyrilestrar vóru uttan slit í átta tímar.