Skulu lyfta í felag

Ein hoyring um føroysk fótbóltsviðurskifti var tað, sum Høgni í Stórustovu hevði sett á dagsskrá, tá hann stillaði upp til forsetavalið.

 

Og hetta helt hann fast um, tá hann tók orðið sum nýggjur FSF-forseti.

- Tað setir eisini krøv til tykkum. Tí tað eru feløgini, sum eru partaeigararnir í FSF. Vit, sum eru í nevndini, skulu bert tæna tykkum, segði Høgni í Stórustovu, áðrenn hann at enda takkaði Óla fyri tað megnar avrik, sum hann hevur framt fyri føroyskan fótbólt.