Skulu landsmyndugleikarnar yvirtaka kommunulæknarnar fult og heilt?

Skulu landsmyndugleikarnir yvirtaka kommunulæknaskipanina fult og heilt, tá ið Heilsumálaráðið nú ætlar at skipa fyri færri, men størri heilsudeplum?

 

Nú yvirtøkur av málsøkjum frá landi til kommunur er eitt av stóru umrøðuevnunum í hesum døgum, er áhugavert at fylgja gongdini, og tað er í hesum sambandi, at hesar reglur verður skrivaðar.

 

Eftir ætlan verður eldraøkið  tað fyrsta, sum verður lagt út til kommunurnar, og tá nú fleiri kommunur hvør í sínum lagi gera stórar fyrireikingar til eitt nú at yvirtaka eldraøkið, er hetta tekin um, at kommunurnar síggja álvaran og ábyrgdina í hesum og gera seg tilreiðar at taka ímóti hesum stóra málsøki.

 

Tað sama hendi, tá almenna barnaansingin bleiv løgd út til kommunurnar. Ta uppgávuna megnaðu kommunurnar til fulnar, til frama fyri borgaran, sum eftir fáum árum fekk munandi fleiri ansingartilboð, enn tá ið málsøkið eisini lá undir landsins ábyrgd.

 

Felags ábyrgd kann lættliga enda við ongari ábyrgd

Kommunulæknaskipanin kann sigast vera eitt býtisbarn millum lands- og kommunumyndugleikan, og hóast allir partar royna sítt besta, so slepst ikki undan, at tað eisini spyrjast fløkjur burturúr.

 

Grundleggjandi trupulleikin er ikki, at partarnir ikki vilja tað besta – tí tað gera bæði land og kommunur – nei, trupulleikin er heilt einfalt tann, at har fleiri partar í felag hava ábyrgd av sama øki, so er skjótt til, at tað dettur niður ímillum báðar stólarnar, tí hvørgin partur kann taka fulla ábyrgd.

 

Hetta kom eisini væl til sjóndar í seinastu viku, tá Vestmanna Kommuna meldaði út, at hon nú av landsmyndugleikunum var biðin um at bíða við at fara undir at betra um umstøðurnar við at byggja eina læknamiðstøð í Vestmanna, tí  Heilsumálaráðið arbeiddi  við at skipa fyri størri heilsudeplum kring oyggjarnar.

 

Nú er skipanin soleiðis samansett, at kommunurnar bera kostnaðin av karmunum til kommunulæknarnar, so sum høliðsviðurskiftum, útgerð, íbúðir til avloysara v.m. Burtursæð frá hesum, hava kommunurnar onga ávirkan á, hvussu skipanin sjálv verður stýrd og rikin.

 

Henda skipan er ikki altíð so heppin, og tí er spurningurin, um tíðin er komin at taka allan bygnaðin fyri kommunulæknaskipanina upp sum heild.

 

Í hesum sambandi vil eg nýta høvið at seta spurningin, um ikki rættast og best hevði verið, at landsmyndugleikarnir, tvs. Heilsumálaráðið, yvirtók alla kommunulæknaskipanina fult og heilt?

 

Her er vert at hava í huga, at í síðsta enda er tað Heilsumálaráðið sum hevur allan avgerðarrættin um tann innihaldsliga partin, meðan kommunurnar bera ein stóran fíggjarligan part, fyri at skipanin skal virka.

 

Klaksvíkar kommuna hevur gingið á odda

Umstøðurnar í Klaksvík eru fyrimyndarligar í nýggju og væl útgjørdu læknamiðstøðini, sum kommunan hevur latið byggja til endamálið í miðbýnum, so hjá okkum eru góð og trygg viðurskifti frá kommununar síðu.

 

Men soleiðis er ikki statt á øllum støðum í landinum, og nú ætlanin er at skipa fyri færri kommunulæknaeindum, er spurningurin komin, um vit ikki júst nú eiga at taka málið upp við tí endamáli at samráðast um at leggja kommunulæknaskipanina heilt og fult til landið (Heilsumálaráðið).

 

Í øllum førum elvir verandi skipan, har kommunurnar í stóran mun skulu gjalda, meðan landsmyndugleikarnir valda, til ósemjur millum partarnar, og tí er tað, at eg seti spurningin: Er tað ikki eina roynd vert at arbeiða við einari umskipan, har bæði tann fíggjarligi og umsitingarligi parturin verður undir sama hatti?

 

Klaksvík, 4. mars 2014

 

Steinbjørn O. Jacobsen

virkandi borgarstjóri