Skulu krevja peningin aftur frá bilasølunum

Kærunevndin í skattamálum heldur framvegis, at tað var ólógligt at krevja mvg av nýggjum bilum, sum vórðu seldir frá 1999 til 2005. Men pengarnir skulu krevjast aftur frá bilasøluni og ikki frá TAKS

Nakað síðani tók illgruni seg upp um, at fleiri túsund bileigarar hava betalt ov nógv í mvg, tá ið teir keyptu bil.

Teir, sum keyptu bil í tíðarskeiðnum frá 1. mai í 1999 til 28. apríl í 2005, hava nevniliga eisini goldið mvg av skrásetingargjaldinum.

Tað sigur kærumyndugleikin í skattamálum, er ólógligt.

Men endalig avger er ikki tikin, tí nú verður málið roynt í rættinum.

Kortini hevur ein ørgrynna av bileigarum, sum keypti bil í hesum tíðarskeiðnum, kravt mvg aftur, sum teir halda seg hava goldið ov nógv.

Spurningurin er bara: Hvagar skal rokningin sendast?

Onkrir bileigarar hava sent rokningina beinleiðis til TAKS.

Men kærunevndin sigur, at tað skulu teir ikki gera, tí rokningin skal sendast beinleiðis til bilasøluna.

Ein bileigari hevur kært Taks, tí TAKS vil ikki betala mvg aftur.

Og í eini nýggjari avgerð, gevur kærunevndin TAKS viðhald.

Kærunevndin heldur framvegis, at tað var ólógligt at krevja mvg av skrásetingargjaldinum, men bileigarar skulu senda rokningina til bilasøluna, tí tað er bilasølan, sum hevur kravt gjaldið inn.

Aftan á kann so bilasølan avrokna víðari við TAKS.

Ikki fyrrenn tað kann prógvast, at tað ikki ber til at fáa peningin afturgoldnan frá bilasøluni, kann tað koma upp á tal at senda rokningina til TAK, sigur kærunevndin.