Skulu kanna um kvinnur verða keyptar til Føroyar

HANDIL VIÐ KVINNUM Tað ganga leysasøgur um at eisini føroyingar keypa sær kvinnur úr fremmandum londum, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna

- Verða útlendskar kvinnur keyptar til Føroya?
Hetta er ein spurningur, sum Annika Olsen, løgtingskvinna nú heldur, at Løgtingið eigur at kanna.
Hon sigur, at leysasøgur hava gingið um, at eisini føroyskir menn beinleiðis hava keypt sær útlendskar kvinnur.
Og nú heldur hon, at vit eiga at kanna hesi viðurskifti.
Hon staðfestir, at mannahandil er triðstørsta handilsvinna í heiminum aftan á rúsevnavinnu og vápnasølu.
Hon sigur, at tað er eisini ein sannroynd, at handil við kvinnum er í øllum londum rundan um okkum.

Kanna leysasøgur
Nú Løgtingi í farnu viku umrøddi møguleikan at forbjóða nektardansi, ella striptease, í Føroyum, liggur í kortunum, at tingfólk skulu seta seg saman í summar at smíða eitt lógaruppskot um at banna nektardansi.
Men Annka Olsen heldur, at eitt líkt lógararbeiðið eigur at fevna nógv víðari enn bara at umfata nektardans.
- Vit vita, at nektardansur er bara ein lítil partur av einum stórum og umfatandi handli við kvinnum, sigur hon.
Og hon staðfestir eisini, at hon hevur hoyrt søgur um, at kvinnur verða eisini keyptar til Føroya.
Men hon viðgongur, at sjálv veit hon onki ítøkiligt dømi um hetta.
- Eg havi onki at hava hetta í, uttan tað, eg havi hoyrt, sigur hon.
Men kortini heldur hon, at eitt slíkt politiskt arbeiði eigur eisini at umfata hesi viðurskiftini.
- Sum samfelag kunnu vit ikki liva við at slíkt fer fram í okkara landi og tí eiga vit at gera tað, vit kunnu, fyri at fyribyrgja tí, leggur hon afturat.

Ikki vera blind
Annika Olsen leggur kortini dent á, at hetta má undir ongum umstøðum skiljast sum um at hon hevur nakað ímóti blandaðum parløgum, tí tað er ikki tað, hetta snýr seg um.
- Men vit eiga kortini ikki at vera blind fyri, at kvinnuhandil kann eisini verða í okkara lítla landi og tað eiga vit ikki at lata um okkum ganga.
Sjálv ivast hon í, um tað ber til at banna nektardansi við einum forboði, tí trupulleikin stingur nógv djúpari enn so.
- Ofta er samanhang ímillum nektardans, rúsevnamisbrúk, kvinnuhandil, kynsligan ágangur ímóti børnum og tí er neyðugt at taka spurningin upp í seini heild og royna at koma inn til kjarnuna fyri at koma trupulleikanum til lívs.

Hevði verið fantastiskt

- Kunnu vit forða fyri kvinnuhandli í Føroyum, áðrenn tað verður ein trupulleiki, hevði tað verið fantastiskt.
Tað sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum
- Vit kenna onki dømi um, at kvinnuhandil í Føroyum, staðfestir hon eisini
Men hon staðfestir, at kvinnuhandil er í øllum londum rundan um okkum.
- Eitt nú er tað ein stórur trupulleiki í Íslandi.
Men hon heldur, at ber tað yvirhøvur til at seta tiltøk í verk, sum byrgja fyri, at tað nakrantíð tekur seg upp í Føroyum, longu áðrenn trupulleikin er staðfestir, hevði tað verið heilt fantastiskt.
Akkurát, hvussu tað skal gerast, følir hon seg ikki føran fyri at siga.

Lokkaðar
Yvirskipað er mannahandil sjálvandi bannaður, men í øllum øðrum londum vísir tað seg at tað ber til kortini at keypa og selja kvinnur.
Í hesum sambandi er hon væl kunnað um viðurskiftini í Íslandi, sum er ein av okkara næstu grannum.
- Har er handil við kvinnum ein stórur trupulleiki, staðfestir hon
Í Íslandi er vanlig mannagongd, at útlendskar kvinnur verða lokkaðar til Íslands við einum vanligum ferðafólkaloyvi, sum er galdandi í tríggjar mánaðir.
Tað, kvinnurnar fáa at vita, er, at tær skulu arbeiða í matstovum, á hárfríðkanarstovum og annað mangt.
- Men tá ið tær koma til Íslands, vísir tað seg, at tað er er náttklubbum, tær skulu arbeiða í og har verða tær eisini noyddar at verða skøkjur.
- Tað steðgar ikki í barrini, leggur hon afturt.
- Tá ið tríggja mánaða ferðafólkaloyvið er farið, verða tær sendar heimaftur, mangan við ongum oyra í lummanum, tí allur peningurin, tær hava forvunnið, verður tikin til ferð og uppihald.
Elin Reinert Planck sigur, at íslendingar hava tikið trupulleikan í álvara og eitt stig, teir hava tikið, er at forbjóða nektardansi.
Sjálv tekur hon heilhugað undir við, at nektardansur verður bannaður í Føroyum og tí vónar hon, at Løgtingið tekur undir við uppskotinum.
Hon heldur, at okkara samfelag er so lítið av avmarka, at er vilji til tað, átti tað at borið til at forða fyri slíkum virksemi.














aki@sosialurin.fo