Skulu kanna Breivik umaftur

Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik skal til eina nýggja sálarkanning, og í dag verður kunngjørt, hvørjir serfrøðingar skulu standa fyri kanningini. Tann fyrra kanningin kom til ta niðurstøðu, at Breivik er ikki egnaður til revsing, men fleiri serfrøðingar hava sáað iva um ta niðurstøðuna.

Blaðið VG skrivar, at tveir serfrøðingar skulu kanna Breivik umaftur.

Sjálvur hevur Anders Behring Breivik sagt, at hann vil ikki hava eina nýggja kanning, og verji hansara, Geir Lippestad, sigur við Aftenposten, at tað vil Breivik framvegis ikki. Sambært VG er Breivik sera misnøgdur við, at frásøgnin frá samrøðuni millum seg og sálarfrøðingin Randi Rosenquist endaði í fjølmiðlunum.

Rættarmálið ímóti Anders Behring Breivik byrjar í Oslo tann 16. apríl.