Heini Magnussen, Valevni Fólkafloksin
????????
Tórshavn, sum tann størsta og sterkasta kommuna í landinum, hevur ment seg ómetaliga nógv, hetta farna valskeiði.
Eitt nú, eru samanleggingar framdar, tørvurin á barnaansing er nøktaður, eldrabýli eru bygd og mangt annað.
Men umráðandi er, at býráðið nú fer undir at stykkja fleiri grundstykkir út, byggja næmingaheim, og fáa tørvin á íbúðum nøktaðan.
Eisini er tørvur á býlingshúsum til tey eldru í kommununi, og hetta má kommunan sjálvandi eisini taka í fullum álvara.
Nú er tíðin komin, at býráðið bindur um heilan fingur, og kallar ein spaka fyri ein spaka, og fer til verka við tí fyri eygað at fáa hendan tørvin nøktaðan. í verðandi støðu, er eftirspurningurin eftir bústaði nógv størri enn útboðið, og tað er ikki nóg gott.
Vit fara til arbeiðis, við góðum treysti, og fáa tørvin nøktaðan, so at ein og hvør sum vil, skal kunna seta føtur undir egið borð.