Tveir menn eru nú dømdir sjey ára fongulsrevsing fyri at hava smuglað næstan 40 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini til Íslands.
Talan er um eitt mál, sum var at hoyra um í fjørsummar, og tá skrivaðu bæði føroyskir og íslendskir miðlar um hetta. Men nú hava menninir verið fyri rættinum og fingið dóm, sambært visir.is.
Talan er um ein týskara og ein rumena, sum 1. august í fjør royndu at smugla rúsevnini til Íslands við Norrønu. Ólógligu rúsevnini høvdu teir fingið hendur á í Týsklandi, og rúsevnini vóru goymd í viðførisrúminum í einum Austin Mini Cooper.
Hetta er sambært íslendska Morgunblaðnum ein av størstu mongdunum, sum hald nakrantíð er lagt á í Íslandi.