Dansk Energi legði fyrrapartin fram eina kanning, sum felagið hevur gjørt fyri SEV. SEV hevur biðið danska áhugafelagið hjá elveitingarfyritøkum, um at kanna, hvørt tað letur seg gera og gevur meining at skilja netið og framleiðsluna sundur.
Niðurstøðan hjá Dansk Energi er, at tað er eingin orsøk til ikki at lata privat feløg sleppa at framleiða streym inn á elnetið hjá SEV.
- Men privatkundin skal ikki vænta lægri streymprísir, sigur Jørgen S. Christiansen, sum legði frágreiðingina fram fyri Dansk Energi.
Dansk Energi sigur, at frægast er at hugsa um streymveiting í trimum pørtum; stýrisskipan, net og framleiðslu. Best hevði verið, um ymisk feløg tóku sær av einstøku pørtunum, men Jørgen S. Christiansen heldur tó, at í Føroyum loysir tað seg betri, um sama felag tekur sær av stýrisskipanini og av netinum.
- Hesin parturin av streymveitingini eigur at vera rikið við eyga fyri at hvíla í sær sjálvum, altso uttan at nakar skal vinna pening av tí. Veitingarskyldan eigur at liggja í hesum felagnum. Síðani kann sjálv framleiðslan av streymi úr varandi orkukeldum bjóðast út til aðrar veitarar, sigur hann.
Hann heldur kortini ikki, at SEV skal halda seg aftur frá at bjóða, tá útboð eru.
- Tað, at SEV fær kapping, verður heilt víst við til at trýsta SEV til at fáa kostnaðirnar hjá sær niður. Hóast SEV kanska er í eini serstøðu, tí har eru eingi krav til avlop, sum tað vil vera hjá privatum feløgum, so vil privata kappingin halda SEV í teymunum, hvat kostnaði viðvíkur, sigur hann.
Jørgen S. Christiansen heldur eisini, at politikkararnir eiga at gera sær greitt, hvat tað er, ein ynskir á orkuøkinum.
- Er málið at prísurin skal vera so lágur sum gjørligt, so verða avgerðir tiknar við tí fyri eyga. Men ein kundi sett sær sum mál, at fáa privata fígging inn á økið. Tá kundi verið ráðiligt til dømis at tikið av lægsta privata tilboðnum, hóast almenna SEV kanska hevði eitt bíligari tilboð, sigur hann.
Tað er snøgt sagt lítið sum skilir tilmæli frá Dansk Energi frá galdandi lóggávu í Føroyum, men eitt tykist vist: Røkt fær neyvan tilsøgn til at byggja sítt Pump-to-Storage verk í Vestmanna. Her er talan um eitt verk, sum skal vera partur av veitingarskylduni. Júst hon liggur best í SEV, sambært tilmælinum frá Dansk Energi.
- Tá talan er um skipanir, sum eru so týdningarmiklar fyri føroyska infrakervi, ber snøgt sagt ikki til at leggja tað út til privatar aktørar, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.










