Carla Bruni, kona franska forsetan Nicolas Sarkozy, sigur, at hon fer at gera alt, sum stendur í hennara makt, fyri at forða fyri, at barnið, sum hon ber undir belti, verður myndaevni í fjølmiðlunum.
Í samrøðu við sjónvarpsstøðina TF1 sigur franska forsetafrúan, at hon ætlar sær at forða fyri, at fjølmiðlarnir yvirhøvur fáa nakra mynd av barninum.
Carla Bruni sigur, at hon gjørdi eitt stórt mistak, tá hon lat fjølmiðlarnar taka myndir av tí tíggju ára gamla soninum, sum hon átti, áðrenn hon møtti Nicolas Sarkozy.
Nú TF1 fekk orð á forsetafrúuna, fekk hon sum vera man spurningin, hvørt tað er ein genta ella ein drongur, sum hon gongur við. Tað veit hon ikki.