Skulu ikki missa løn tá ið tey eiga børn

Ein av okkara stóru fyritøkum mælir nú til at broyta lógina fyri at bróta eina óhepna gongd

Turið F. Arge er rakstrarstjór í BankNordik og hon mælir til, at barsilsskipanin verður broytt

Tá ið fólk eiga børn, og fara í barnsburðarfarloyvi, eiga tey at fáa fulla løn. Tað heldur Turið. F Arge, rakstrarstjóri í einari av okkara stóru fyritøkum, BankNordik.

 

Eftir barsilsskipanini kunnu tey, sum fara í barnsburðarfarloyvi í mesta lagi fáa 25.000 krónur um mánaðin. Tað merkir, at tað eru rættiliga nógv, sum missa rættiliga fitt í løn ta tíðina, tey eru í farloyvi. Men í BankNordik, hava tey, av sínum eintingum, gjørt av, at tey, sum fara í barnsburðarfarloyvi, skulu ikki missa inntøku og tí fáa tey fulla løn alla tíðina.

 

Sum barsilsskipanin er nú, er hon við til at varðveita ein skeivleika í samfelagnum, har kvinnur taka meginpartin av farloyvinum, sigur Turið F. Arge í einum skrivi í gjár. Hon sigur, at  var hámarkið upp á 25.000 krónur tikið av, høvdu tey, ið hava størstu inntøkurnar – og sum sostatt rinda mest til barsilsskipanina – eisini fingið mest útgoldið.

 

– Hetta hevði gjørt tað lættari hjá familjuni at latið tann, ið hevur størstu inntøkuna, farið í barsilsfarloyvi, av tí at tað ikki hevði havt ein fíggjarligan miss við sær, sigur hon.

 

Men hon leggur afturat, at vilja vit av álvara flyta okkum fram á á hesum øki, eiga vit at marka ein størri part av barnsburðarfarloyvinum til pápan. Hetta er ein spurningur, sum javnan er til umrøðu á Løgtingið, men higartil hava politikarar ikki viljað vita av at vit skulu hava pápakvotur í barsilsskipanini.

 

Turið F. Arge er rakstrarstjór í BankNordik og hon mælir til, at barsilsskipanin verður broytt