Teir pensjónistar, sum eru sinnaðir at útseta pensjónina, tí teir heldur vilja arbeiða, verða rættiliga illa fyri, skuldi tað hent at teir verða raktir av sjúku. Tað ásannar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Støðan er nevniliga tann, at so hava teir bara útgjaldið úr Samhaldsfasta at liva av, tí eftir lógini missa teir rætt til dagpening vegna sjúku, tá ið teir verða 67 ár og teir missa eisini rættin til at fáa útgjald úr ALS, skuldu teir verið arbeiðsleysur.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvat ætlanin er at gera við hesa støðuna, og landsstýriskvinnan sigur, at tað hevur ongantíð verið ætlanin, at hesir pensjónistarnir skulu detta niður ímillum. Tí fer hon eisini at broyta lógina so at hetta ikki skal henda, at fólk, sum útseta pensjónina, ikki koma í óføri av sjúku.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at orsøkin til at tey, sum eru fylt 67 ár, missa rættin til dagpening vegna sjúku, og missa rættin til útgjald úr ALS, er at fólk skulu ikki fáa fleiri veitingar. Tey, sum fylla 67 fáa nevniliga fólkapensjón og útgjald úr Samhaldsfasta.
Nú, vit hava fingið eina nýggja pensjónsskipan, ber tað til hjá fólki at útseta pensjónina. Tað verður tó bert fólkapensjónin, sum kann útsetast, tí útgjald frá Samhaldsfasta kann ikki útsetast.
Men verður ein, sum hevur útsett pensjónina, sjúkur, hevur viðkomandi sostatt einans Samhaldsfasta at liva av. Men tað hevur ongantíð verið ætlanin, at tey, sum útseta pensjónina, skulu detta niðurímillum, og tí fer Eyðgunn Samuelsen at bróyta lógina um dagpening fyri sjúku, soleiðis, at lagt verður upp fyri teimum pensjónistum, sum útseta pensjónina.
Men ætlanin er eisini at broyta aðrar lógir, soleiðis, at tey, sum eru fylt 67, men sum útseta pensjónina tí tey arbeiða, eisini skulu kunna fáa útgjald úr ALS og øðrum skipanum. Men tað merkir eisini, at tey skulu gjalda til ymsar skipanir. Grundreglan verður nevniliga, at bæði inngjald og útgjald skal fylgja veruliga pensjónsaldrinum.










