Endamálið við politikkinum eigur at vera, at nýtslan í Føroyum skal haldast undir sjey litrar av reinum alkoholi fyri hvønn íbúgva yvir 15 ár.
Tað sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Tað er ein tal, sum ráðið heldur er rímiligt og tey amboðini, sum eru til at halda nýtsluni undir tað, eru atkomuligheitin, prísirnir og so upplýsing.
- Tað liggja ongar vísindaligar rannsóknir aftanfyri hetta talið, tí tað er bara eitt tal, vit hava ásett av praktiskum orsøkum.
Hann sigur, at tá ið vit fingu Rúsuna, var setningurin, at tað skuldi ikki fáa nýtsluna at veksa.
Og tað hevur hepnast serstakliga væl, tí tað er bara hent tvær ferðir, at nýtslan er farin upp um. Tað var í 2002, tá ið nýtslan var 7,1 litrar fyri hvønn íbúgva yvir 15 ár og í 2007, tá ið hon kom upp á 7,2 litrar.
Annars hevur nýtslan øll hesi seinastu árini svingað ímillum 6,6 og 7,0 litrar.
Í 2008 var nýtslan 7,0 litrar, men tølini fyri 2009 eru ikki tøk enn. Hinvegin sigur Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsuni, at fyrstu tveir mánaðirnar í ár, var nýtslan 5%-6% minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
- Útfrá einum fólkaheilsu-sjónarmiði eigur nýtslan ikki at hækka, tí tað eru mong, sum ikki drekka so tey og tá er tað skjótt, at tey, sum hava tað stóru nýtsluna, verða krøkt so at tað rakar teirra heilsu og teirra sosiala lív.
Hann leggur afturat, at tað er ikki soleiðis í viðurskiftum, sum hesum, at tey, sum drekka tvær ferðir so nógv, sum vit, hava ikki tvær ferðir so nógvar avleiðingar av nýtsluni, men avleiðingarnar eru kanska fýra ferðir so ringar.
Og skuldu vit ført ein rúdrekkapolitikk við lagaligum prísum og lagaligari atkomuligheit, hevði tað elvt til, at nýtslan í Føroyum fór at líkjast teirri donsku, har hon er næstan 12 litrar fyri hvønn íbúgva.
- Tað hevði ikki verið gott fyri summi í Føroyum.
Men kann prísurin ikki koma upp á eitt støðið, har smugling og heimabrenning fer at vinda upp á seg so at myndugleikarnir heilt missa tamarhaldið?
- Tað er sjálvsagt, sigur Pál Weihe.
Men akkurát hvar tað markið er, dugur hann ikki at siga.
Minni týdning
Bæði Rúsan og landsstýrismaðurin í vinnumálum staðfesta, at príshækkingin í heyst hevur tálmað nýtsluni nógv, serliga á brennivíni.
Men tað fær ikki formannin í Fólkaheilsuráðnum upp úr stólinum.
Tað, sum vit hyggja eftir, er tann samlaða nýtslan. Um tað fer niður í einum slurki, ella í fleiri, hevur minni týdning, sigur Pál Weihe.
Les eisini greinina: "Rúsan má vera eitt sindur moderna"
"Hóttir við at hækka prísin í Rúsuni enn meir" og greinina
"Rúsan er sum eitt apotek"