Samgongan er samd um, at føroyingar skulu ikki biðja um hægri blokkstuðul úr Danmark.
Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, í lesarabrævi longur niðri á Portalinum.
Annars hevur spurningurin verið frammi um, at spurningurin um at hækka blokkin skuldi takast upp á ríkisfundi ímillum Føroyar, Grønland og Danmark í Grønlandi seinast í mánaðinum og tá ið samráðingar verða aftur í heyst ímillum landsstýrið og donsku stjørnina um blokkin.
Men Jenis av Rana minnir á, at seinast, Kaj Leo Holm Johannesen, Løgmaður, og Jørgen Niclasen, landstýrismaður, samráddust um at hækka blokkin, komu teir aftur sum av tórvheiðum, sum hann málber seg.
Tá samdust teir fýra floksformenninir í samgonguni um, at taka úrslitið til eftirtektar og at tann royndin skuldi ikki gerast aftur.
So Jenis av Rana staðfestir, at tað verður ikki spurningurin um hægri blokk, sum kann vera á dagsskrá, tá ið løgmaður aftur hittir donsku stjórnina.