Skulu ikki bara koma til Føroya at fylla sær búkin

INTEGRATIÓN Útlendingar, sum koma til Føroya, skulu ikki vera sum tjóðfuglur okkara, Tjaldrið, heldur Kristin Michelsen, tingmaður

- Útlendingar skulu ikki koma higar, bara at fylla sær búkin.
Tað staðfesti Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum, nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um integratiónspolitikk seinnapartin týsdagin.
Kristin Michelsen gjørdi greitt, at hann tekur partvís undir við Hans Joensen, formanni í Havnar Arbeiðsmannafelag, tá ið hann í Sosialinum mánadagin mælti til størsta varsemi við at lata útlendingar koma higar at búgva.
Javnaðarmaðurin vísti á enn er tað soleiðis, at flestu útlendingar, sum koma higar, koma, tí tey hava funnið sær føroyskan maka, og ofta eiga tey eisini børn.
Men hann heldur, at vit kunnu koma í ta støðu um eina tíð, at útlendingar fara at streyma til Føroya og spurningurin er, hvussu vit eru fyri at taka ímóti teimum.
- Tað skal ikki vera sum við tjóðfugli okkara, tjaldrinum, sum bara kemur heim higar at fylla sær magan, so fer tað avstað aftur.
Kristin Michelsen heldur, at vit eiga onkusvegna at seta harðari treytir fyri tey, sum bara koma higar at arbeiða.
Hann nágreinaði hetta ikki í Løgtinginum, men tað gjørdi hann á Portalinum, eftir at orðaskiftið var endað.
- Eg havi onki ímóti, at útlendingar koma til Føroya, bæði at búgva og at arbeiða.
Tað havi eg ongantíð verið og tað eri eg heldur ikki nú.

Til reiðar
Hinvegin heldur Kristin Michelsen, at vit eiga at vera til reiðar at taka ímóti teimum, sigur hann.
Tað, hann hugsar um í hesum sambandi, er, at vit eiga at geva útlendingum tilboð um undirvísing í føroyskum og annars at seta hini tiltøkini í verk, sum mælt verður til í integratiónsálitinum.
Men Kristin Michelsen sigur, at tað, hann serliga hugsar um, tá ið hann sigur, at vit eiga at vera varin, er, tá ið útlendingar koma higar og keypa seg inn í føroyskt vinnulív.
- Tá kann tað henda, at vit missa eigaraskapin til okkara vinnulív og tað er hetta, sum liggur í tí, tá ið eg samanbar útlendingar við Tjaldrið, sigur hann
Og Kristin Michelsen staðfestir eisini, at tá ið útlendingar koma higar at arbeiða, skal tað vera eftir føroyskum sáttmálum og føroyskum treytum, bæði á sjógvi og landi.

Brúka pengarnar upp á føroyingar
Ein av teimum heilt fáu -kanska tann einasti- tingmaðurin, sum reisti iva um ætlanina at gera ein føroyskan integratiónspolitikki, var Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum.
Hann ivast serliga í ætlanini at brúka góðar sjey milliónir til endamálið, soleiðis sum ætlanin er.
Tá ið aðalorðaskiftið var í Løgtinginum týsdagin um ein føroyskan integratiónspolitikk, reisti hann spurningin, um tað er rætt at brúka so nógvar pengar upp á útlendingar, ístaðin fyri at brúka teir upp á føroyingar.
Hann vísir á, at í Føroyum hava vit stórar trupulleikar av fráflyting.
Tískil spurdi hann um pengarnir ikki heldur skulu brúkast til at fáa teir føroyingar, sum eru her, at verða verandi.
Men so vítt, vit hoyrdu, stóð hann púra einsamallur um hetta sjónarmiðið, tí tað var ongin annar tinglimur, sum tók hendan táttin upp eftir hann.

Skulu hava eina gularót
Útlendingingar, sum koma til Føroya at búgva, skulu hava eina gulrót.
Tað heldur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann heldur, at talan skal vera um eina gularót, sum eggjar teimum at integrera seg í føroyska samfelagið so skjótt og væl, sum gjørligt.
Tann gularótin kann kanska vera, at gera útlendingar eitt veruligt arbeiði fyri at samansjóða seg í føroyska samfelagið, og læra seg føroyskt mál og mentan, skal tað onkusvegna koma teimum til gagns.
- Tað kann gerast soleiðis, at hesir útlendingar fáa eitt tilboð um víðari lestur, ella at umsóknin um varandi uppihaldsloyvi kann verða avgreidd skjótari enn annars.







Hvussu skal barnið eita?
Integrasjo?n er so mikið ny?tt hugtak i? Føroyum, at enn hava vit onki føroyskt heiti fyri hesum fyribrigdi.
Hugtakið integra¬sjo?n merkir at savna fleiri partar i? eina eind. Í samfelagsligum samanhangi er integratión ein tilgongd, sum skapar felags grundarlag hja? bo?lkum ella fylkingum at liva lið um lið.
Orðið integrasjo?n er av lati?nska sagnorðin¬um integrare, ið merkir at gera heilt ella fullkomið, ella at end¬urny?ggja. Tað gongur so aftur til ly?singarorðið integer, ið merkir heilur ella o?skalaður.
Føroyama?lsdeildin a? Setrinum hevur skotið upp, at eitt før¬oyskt orð fyri integrasjo?n kundi verið sameining, tillaging, innlaging ella samlaging.
Tá ið aðalorðaskiftið var í løgtinginum týsdagin, skeyt Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, upp at kalla tað samansjóðing, tí hann heldur, at tað er akkurát tað, hetta snýr seg um, nevniliga at samansjóða fleiri fólk og fleiri mentantir í einum samfelagi.
Integratión snýr seg líka nógv um, at føroyingar skulu duga at liva og virka lið um lið við útlendingar, heldur hann.

851 fólk
Tann fyrsta janur 2012, vóru 851 útlendingar í Føroyum.
Her eru útlendingar, hava danskan ella norðurlendskan ríkisborgaraskap, ikki taldir við.
Teir ú?tlendingar, ið koma til Føroya, eru i? høvuðsheitum u?tlendingar, ið hava føroyskan maka og u?tlendingar, ið koma til Føroya at arbeiða og teir hava kanska eisini maka og børn.
- Flo?ttafo?lk eru ikki i? Føroyum, og ti? er avbjo?ðingin hja? okkum i? Føroyum at integrera u?tlendingar ein onnur og ikki eins torfør sum i? okkara grannalondum, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Av teimum 851 fremmandafo?lkunum, sum búðu í Føroyum, vo?ru 462 konufo?lk og 389 mannfo?lk.
Hes fólk vóru u?r 86 londum, harav 66 eru lond uttan fyri ES/EBS samstarvið.
U?r hesum londum eru fleiri enn 10 fólk í Føroyum: Thailand 94 fólk, Filipsoyggjar 89 fólk, Rumenia 71 fólk, Po?lland 66 fólk, Serbia og Montenegro 64 fólk, Sto?rabretland 57 fólk, Russland 35 fólk, USA 25 fólk, Kroatia 23 fólk, Gana 21 fólk, Litava 17 fólk, Brasilia 15 fólk, Estland 14 fólk, Kina 14 fólk, Makedo?nia 14 fólk, Ty?skland 12 fólk, India 11 fólk og Indonesia 10 fólk.

LES EISINI GREININA: Politikarar taka stak væl undir við Kára
LES EISINI GREININA: Kostar 7,2 milliónir
LES EISINI GREININA: Mugu taka støðu til flóttafólk í Føroyum
LES EISINI GREININA: Mugu krevja at útlendingar skulu læra seg føroyskt