Tá ið Sea Shepherd koma til Føroya í summar, eiga tey at verða útihýst allastaðni, har tey koma.
Tað heldur Hendrik Old, løgtingsmaður.
Sea Shepherd hevur boðað frá, at tey koma higar tann 14. juni, men afturímóti í fjør, verður mesta virksemið hjá teimum á sjónum í ár, har tað í fjør var nógv mest á landi.
Í hesum sambandi koma tey higar við fleiri stórum skipum í summar. Men Hendrik Old staðfestir, at Sea Shepherd kemur higar, tí tey vilja okkum ilt og ætla at forða okkum í okkara lógliga virksemi, sum grindadráp er.
Tí heldur hann, at tað er okkara skylda at útihýsa teimum allastaðni, har tey koma. Sostatt heldur løgtingsmaðurin, at tað er sjálvsagt, at skipini hjá Sea Shepherd ikki sleppa at bryggju nakrastaðni í Føroyum.
Hann heldur eisini, at tað er sjálvsagt, at tey sleppa hvørki at taka proviant og vatn, ella at bunkra olju í Føroyum.
- Vit eiga ikki at hjálpa teimum til at gera okkum fortreð í okkara lógliga virksemi, sigur tingmaðurin.
Hann sigur, at fáa skipini ikki olju, sigla tey ikki leingi, og proviant og vatn skal manningin eisini hava. Men noyðast tey at fara í onnur lond at bunkra, og at taka vatn og proviant, missa tey minst tvey samdøgur hvørja ferð, sigur hann.
Og effektivasti mátin at steðga teimum, er rætt og slætt at nokta teimum atløgupláss og at nokta teimum vatn, proviant og olju og at fáa umvælingar gjørdar í Føroyum.
- Tað er púra meiningsleyst at vera teimum til hjálpar í royndunum at forkoma okkara grindadrápi, leggur hann afturat.
Hann heldur, at tey Sea Shepherd fólkini, sum koma higar, eru ikki sjófólk hann ivast í, um tey hava sálarliga styrki til at liggja á sjónum í eitt heilt summar, og tað kann verða eitt stórt bakkast fyri herferðina hjá felagsskapinum.
Hendrik Old heldur samstundis, at ongin føroyingur eigur at leiga Sea Shepherd hús í Føroyum, ella á annan hátt, at veita teimum innivist.
- Verða tey útihýst á landi og á sjógvi, er herferðin hjá teimum ómetaliga avmarkað, uttan nakran sum helst samanbrest, sigur Hendrik Old.