Í næstum fer Heilsutrygd at seta kostráðgevar at vegleiða fólkum við diabetes og øðrum varandi sjúkum. Kostráðgevarnir skulu í fyrstu syftu starvast í kommunulæknaviðtalum kring landið, boðar Heilsumálaráðið frá í morgun
- At styrkja tilboðið um kostráðgeving í nærumhvørvinum er ein liður í at fremja heildarætlanina um diabetes, sum varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum í fjør.
- Í heildarætlanini varð víst á, at tað ein týðandi partur av viðgerðini fyri diabetes 2 er at fáa holla ráðgeving um kost frá dietisti. - Eisini vísa kanningar, at góð kostráðgeving kann vera við at fyribyrgja at fólk, sum eru í vanda fyri at fáa sjúkuna, fáa diabetes.
Heilsumálaráðið sigur, at tað eru tó ikki bert fólk við diabetes, sum fáa ágóða av nýggja tilboðnum um kostráðgeving. - Eisini aðrir sjúklingabólkar, sum hava tørv á tí, fáa tilboðið. Nevnast kunnu fólk við KOL, hjarta- og æðrasjúkum, krabbameini og onnur.
Í dag er ávís ráðgeving um kost á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hendan tænastan verður varðveitt, samstundis sum tænastan úti um landið verður styrkt. Ætlanin er at seta 4-5 kostráðgevar í starv hjá Heilsutrygd, sum koma at virka í kommunulæknaviðtalunum kring alt landið.
Sum ein liður í arbeiðinum at styrkja heilsutænastuna kring landið, skipar Fróðskaparsetrið fyri skeiði fyri sjúkrarøktarfrøðingum, sum starvast í læknaviðtalunum kring landið.
Skeiðið verður liðugt í oktober í ár, og tá kunnu hesir sjúkrarøktarfrøðingar átaka sær fleiri uppgávur viðvíkjandi borgarum við varandi sjúkum, serliga diabetes týpu 2, sigur Heilsumálaráðið.
|