Skulu hava nýggjan Beinur

Partsreiðaríið Beinur í Hirtshals, sum føroyingar eiga, skal hava nýtt uppsjóvarskip.

Felagið hevur skrivað undir sáttmála við Karstensens Skibsværft í Skagen um at byggja eitt 78 metrar langt uppsjóvarskip, sum sambært Fiskeritidende fer at kosta 215 milliónir krónur.

 

Tað nýggja skipið skal hava alla nútímans útgerð, og sum tað fyrsta uppsjóvarskipið í Norðurevropa skal skipið hava elektrisk spøl frá sponsku fyritøkuni Ibercisa. Tað fer at gera, at skipið brúkar minni olju, tá tað togar. 

 

Nýggi Beinur kemur í flotan fyri tann Beinur, sum felagið hevur. Skipið hevur loyvi at fiska eitt nú brisling, sild og makrel.