Tey, sum eru í ALS og sum fáa tilboð um arbeiði, kunnu lata vera við at taka av.
Men tey skulu hava eina heilt serliga orsøk til at siga nei, annars verða tey sett í karantenu ella verða koyrd úr skipanini og missa stuðul í eina tíð.
- Men viðhvørt hava fólk góðar orsøkir til ikki at taka av einum arbeiðstilboði og tá verður tað góðtikið, so at tey ikki missa útgjald.
Grundgevingarnar fyri ikki at taka av einum arbeiðstilboðið kunnu vera so ymiskar.
Ein grundgeving kann vera, at ferðasambandið er so vánaligt, at tey ikki sleppa heim hvørt kvøld. Ein onnur kann vera, at arbeiðið ikki hevur áhuga, tí hetta er ikki akkurát rætta arbeiði ella tí at løn og arbeiðstíðir ikki akkurát passa.
Tað kann eisini vera, at ongin barnaansing er, ella at viðkomandi noyðist at vera um eina sjúka mostur heima.
Ein heilt onnur grundgeving kann vera, at ein kann ikki arbeiða á einum ávísum virki, tí tey eru skild og gamli hjúnafelagin arbeiðir har.
- Slíkar frágreiðingar verða ikki góðtiknar, tí tær eru ikki ein nóg góð orsøk til at nokta at taka av einum arbeiðstilboði. Avleiðingin er karantena og ongin stuðul í eina tíð.
Men undantak kann gerast, tá ið verkfall ella óveður leggur ferðasambandið lamið, ella tá ið lækni kann vátta, at sjúka kemur ímillum. Undantak kann eisini gerast, er viðkomandi ovurviðkvæmur og ikki tolir eitt ávíst arbeiði.
Undantak kann eisini gevast, tá ið lønin er lægri enn vanlig sáttmálaløn fyri sama arbeiði, tí ALS tvingar ikki fólk at arbeiða fyri undirløn.
Ein orsøk til at geva undantak kann somuleiðis verða, at tað ikki ber til at sleppa heim hvørt kvøld og at tað samstundis ikki ber til at fáa nøktandi býli á staðnum, har arbeiði er.
Men er talan um einlig foreldur við smáum børnum, ella eru ferðamøguleikarnir sera vánaligir, kann ALS eisini blotnað og lata vera við at seta fólk í karantenu.
- Yvirhøvur kann sigast, at í hesum føri eru allar Føroyar ein arbeiðsmarknaðurin og tað eru heldur ongi fakmørk. Samstundis er treytin, at fólk skulu vera tøk á arbeiðsmarknaðinum, annars fáa tey ikki stuðul úr ALS. Og tøk á arbeiðsmarknaðinum eru tey ikki, vissi tey onga barnaansing hava til smábørn, ella vissi tey noyðast at ansa óhjálpnum foreldrum ella øðrum skyldfólkum heima, sigur Ernst Jacobsen.
Men tað ber til at fara í feriu, á stutt skeið uttan at missa stuðulin og tað skal ALS hava boð um hetta.
- Tá ið fólk ikki vilja taka av einum arbeiðstilboði, verða orsøkirnar vigaðar í hvørjum einstøkum føri og viðhvørt fáa eru grundgevingarnar haldgóðar og viðhvørt eru tær ikki, sigur Ernst Jacobsen.