Skulu hava betri start

Einasti bátur, sum higartil hevur hótt Jarnbard eitt sindur undir tveimum teimum seinastu róðrunum, er Riddarin úr Miðvági, men kortini hevur sigurin hjá Jarnbardi, tá ið avtornar, ongantíð veruliga verið í vanda.
- Vit royna og royna og royna at koma fram um tær. Tað er so ikki eydnast okkum enn, men vit fara at klára tær einaferð, er Sanna sannførd um.
Sanna greiðir frá, at manningin hevur tosað nógv um, hvat tær skulu gera, og hvussu tær skulu rógva á teimum ymsu stevnunum. Tær arbeiða serliga upp á startin, tí hann er ikki nóg góður, halda allar tær, sum rógva við Riddaranum.
- Men eg trúgvi eisini, at tað sálarliga spælir inn, tí Jarnbardur hevur vunnið so nógv í so langa tíð. Tískil er tað sera torført at bróta hatta mynstrið, men næstu ferð verður róð á okkara heimabana, so vit eru sera uppsettar, sigur Sanna á Løgmansbø.