Skulu hava betri kunning frá Televarpinum

Televarpið kann ikki broyta haldið stórvegis, uttan at spyrja haldararnar fyrst

 

Televarpið kann ikki broyta hald og rásir uttan víðari.

Tað eru Televarpið og Brúkaraumboðið samd um.

 

Televarpið broytti haldini í fjør og í tí sambandi fingu øll viðskiftafólkini hjá  Televarp nýtt hald av sær sjálvum.

Men Brúkaraumboðið fekk klagur frá fólki, at tey høvdu fingið nýtt hald við nýggjum prísum, uttan at tey høvdu biðið um tað.

 

Brúkaraumboðið sigur, at meginreglan er, at tá ið ein avtala verður gjørd, skal útbjóðarin koma við einum tilboði og móttakarin skal vátta, at hann tekur av.

 

Tí kannaði Brúkaraumboðið um broytingarnar hjá Televarpinum vóru so týðandi, at talan í veruleikanum var um eina nýggja avtala sum kravdi eina váttan frá haldaranum.

 

Brúkaraumboðið og Televarpið hava samskift um málið og niðurstøðan er, at Televarpið broytir mannagongdirnar soleiðis, at tá ið týðandi broytingar verða gjørdar, skulu viðskiftafólkini spyrjast um tey góðtaka broytingarnar, ella um tey siga Televarpið frá sær.

 

Í hesum sambandi verður eisini staðfest, at broytingar har ein rás fellur burtur, er ein so stór broyting, at Televarpið skal senda øllum viðskiftafólkum bræv um orsakirnar til broytingarnar og um, hvussu tey kunnu siga Televarpið frá sær, góðtaka tey ikki broytingarnar.

 

Men tá ið broytingar verða gjørdar, skal Televarpið í hvørjum einstøkum føri, meta um, antin talan er um so stórar broytingar, at tær krevja samtykki frá hvørjum einstøkum haldara.

 

Brúkaraumboðið vísir eisini á, at tá ið ein tænasta verður veitt, skal allur prísurin upplýsast.

Sostatt skal Televarpið nú broyta upplýsingarnar á heimasíðuni so at allur prísur verður nevndur, við kortleigu og øllum.

 

- Brúkaraumboðið mælti eisini Televarpinum til at upplýsa, at neyðugt er at rinda kringvarpsgjald hóast tey eisini gjalda fyri Televarpið og tað hevur Televarpið tikið til eftirtektar, sigur Brúkaraumboðið.