Tað var týsdagin í síðust viku, at stýrið í Kringvarpið Føroya koyrdi Ivan Niclasen úr starvi sum stjóri í Kringvarpinum. Ella tað var tað, sum kringvarpsstýrið ætlaði.
Rógvi Olavsson, formaður í Kringvarpsstýrinum, segði, at tað var eitt samt kringvarpsstýrið, sum hevði samtykt at loysa stjóran úr starvi.
Orsøkin var, at hann fyri fýra árum síðani hevði lovað einum manni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald, eftir at maðurin hevði hótt starvsfólk í Kringvarpinum eftir lívinum.
Stýrisformaðurin segði eisini, at hann hevði gjørt avtalu við Ivan Niclasen um eina fráfaringaravtalu.
Men so einfalt var hetta málið kortini ikki. Sambært advokatinum hjá kringvarpsstjóranum, Christian Andreasen, so er púra einki skil í uppsøgnini.
– Har er alt farið skeivt fram, segði hann í síðstu viku.
Tað var eftir at Frihedsbrevet í einum poddi, har maðurin, sum hótti Kringvarpið, fekk fría mikrofon at tosa, at hann fortaldi, at hann hevði »gjørt eina kontrakt við Kringvarpið um, at hann ikki skuldi rinda kringvarpsgjald, tí at Kringvarpið ikki kundi prógva, at bara ein main-stream søga í Kringvarpinum var røtt«. Frihedsbrevet fekk eisini skjalprógv frá manninum, sum vísti, at hann er sloppin undan at rinda kringvarpsgjald.
Christian Andreasen, advokatur hjá Ivan Niclasen, fer nú á fund við kringvarpsstýrið um málið. Hann sigur, at ein avkláring skal finnast nú, annars verður tað ein sak.
Sambært honum var kringvarpsstjórin á fundi við stýrið um málið týsdagin. Fundurin tók trý korter, at tosað varð um hetta málið. Einki varð tosað um uppsøgn á fundinum. Seinni, um 17-18 tíðina ringir stýrisformaðurin til Ivan Niclasen og sigur, at hann er sagdur úr starvi.
Dagin eftir ringir hann til Ivan Niclasen og tosar um eina fráfaringaravtalu. Men eingin avtala var um tað.
Christian Andreasen vísir á, at tá almennir stjórar verða uppsagdir, so er vanligt, at teir verða kallaðir á ein fyrireikaðan fund. Teir kunnu bæði hava advokat og hjásita við. Síðani verður eitt ætlanarskriv orðað, og viðkomandi fær tvær vikur at gera sínar viðmerkingar. Síðani kann málið kærast.
Alt hetta er lopið um í málinum hjá kringvarpsstýrinum, sigur hann.
Skeiðið hjá Ivan Niclasen sum stjóri í Kringvaprinum gongur annars út um eitt lítið ár. Hann er áramálssettur í fimm ár, og skeiðið er longt einaferð við tveimum árum.
Sambært Christiani Andreasen, so er ivasamt, hvør í løtuni er stjóri í Kringvaprinum. Sambært honum er Ivan Niclasen enn stjóri, og hann heldur, at kringvarpsstýrið hevur eina sera ringa sak ímóti stjóranum.
Eftir fundin, sum verður nú klokkan 10 verður helst greitt, hvussu leikur fer – og tá frætta vit meira.