Skulu granska í føroyska streyminum

Á donsku fíggjarlógini eru avsettar 9,2 milliónir til veðurlagsgransking við Føroyar Til samanberingar kann nevnast, at Granskingarráðið árliga hevur um 6 milliónir krónur til nýggjar verkætlanir. Í samstarvi millum Fiskirannsóknarstovuna og danska Vísindamálaráðið varð avgerð tikin um, at peningurin skuldi nýtast til Ph.D. verkætlanir. Og nú verðu so lýst eftir fýra Ph.D. studentum, sum skulu arbeiða við verkætlanum innan føroyskt veðurlag og føroyskan sjógv, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.

Hetta er eitt stórt framstig fyri føroyska gransking á hesum økinum.

- Hetta hevur ógvuliga stóran týdning fyri granskingina í Føroyum innan hav- og veðurlagsgransking. Við fýra nýggjum Ph.D. studentum hava vit økt munandi um talið á Ph.D. verkætlanum, sum óivað fer at geva okkum nýggja vitan, sigur Bogi Hansen, professari og fakligir kontaktpersónur ísmb. við verkætlanirnar.

Ph.D. verkætlanirnar skulu snúgva seg um hesi evni:

Den fysiske kobling mellem det globale klima og havstrømme ved Færøerne.

Klimamodelscenarier for Færøerne.

Klima og havstrømmes indvirkning på de oceaniske økosystemer og pelagiske fiskebestande i områderne omkring Færøerne.

Klima og havstrømmes indvirkning på det marine økosystem på Færøshelfen.