Skulu gjalda TAKS um 70 milliónir krónur

Tað er sølan av partabrøvum fyri 152,5 milliónir krónur, sum skattur nú skal gjaldast av – umframt rentur og sakarmálskostnaður hjá TAKS

Tað er sølan av partabrøvum fyri 152,5 milliónir krónur, sum skattur nú skal gjaldast av.

 

Partaeigararnir í Vinnuni seldu partabrøvini í 2005 til eitt nýstovnað holdingsfelag, sum teir áttu somu ognarpartar í. Av keypsupphæddini upp á 250 milliónir krónur, vóru 97,5 milliónir kronur innskotnar í nýggja felagið sum appportinnskot, og av restini, 152,5 milliónir krónur, vórðu 55 milliónir krónur goldnar kontant í 2005, og avtala varð gjørd um, at hinar 97,5 milliónir krónurnar skludu avdragast yvir 10 ár.

 

Kontanta útgjaldið upp á 55 milliónir var fíggjað við einu bankaláni upp á 40 milliónir krónur og við einum lánið frá holdingfelagnum upp á 15 milliónir krónur.

 

Í 2006 varð gjørt av at leggja feløgini saman galdandi frá 1. januar 2006, og so áttu somu eigarar somu partar í nýggja samanlagda felagnum, sum teir annars høvdu selt úr gamla felagnum – men 152,5 milliónir ríkari.

 

Hetta helt TAKS vera í so nógv av tí góða og segði, at søluupphæddin upp á 250 milliónir minus innskotið í nýggja felagið upp á 97,5 miliónir krónur – 152,5 milliónir krónur – skuldi skattast sum vinningsbýti. Hetta hildu partaeigararnir ikki.

 

Eftir at bæði Føroya Rættur og Eystari Landsrættur góvu partaeigarunum viðhald – kærdi TAKS málið til Hægstrætt, sum í morgun gav TAKS viðhald í øllum.

 

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur í stuttari viðmerking, at hann fegnast um dómin.

 

– Vit fegnast um dómin, sum vísir, at okkara sjónarmið vóru verd at royna allan vegin, sigur stjórin í TAKS, Eyðun Mørkøre.

Hann sigur, at bara tað, at TAKS fekk málið roynt í Hægstarætti, vísti eisini, at tað var rætt at royna tað.

– Vit vóru ikki vísir í, at vit fóru at vinna málið, men vit hildu, at okkara sjónarmið vóru góð, og at tað kundi ikki vera rætt, at tað gekk fyri seg upp á handa mátan, sigur Eyðun Mørkøre.

Hetta merkir, at teir 11 partaeigararnir í Gøtu nú skulu gjalda TAKS umleið 70 millónir krónur innan fáar dagar. Talan er um skattin upp á góðar 53 milliónir, sakarmálskostnað og rentur, sum partaeigararnir hava fingið frá TAKS.

 

TRÝST HER fyri at lesa dómin.