Skulu gjalda 2.000 krónur meira fyri hoyritól

Fólk, ið hava brúk fyri hoyritólum, skulu nú rinda 2.000 krónur meira fyri hoyritól. Hetta er fyri at landsstýriskvinnan í almannamálum kann halda fíggjarlógina.

Landsstýriskvinnan bað í eykajáttan fyri mai mánað Løgtingið um at hækka játtanina til forsorgarøkið, orsakað av óvæntaðum vøkstri í útreiðslum til hoyritól. Hóast talan er um lógarbundna veiting, tók Løgtingið ikki undir við umbønini.

Fyri at minka um útreiðslurnar til hoyritól mugu broytingar gerast í galdandi lóggávu beinanvegin, um Fíggjarlógin skal haldast.

Í lógaruppskoti, ið nú verður sent til hoyringar, verða egingjøldini fyri hvørt hoyritól hækkað við 2.000 krónum.

Sambært verandi skipan hava borgarar, ið eru ávístir til viðgerð við hoyritóli, tveir møguleikar at útvega hoyritól. Talan er um ávikavist at fáa hoyritól ókeypis frá almennu hoyriklinikkini, ella søkja um ískoyti til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara.

Tilskot til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara, er ásett til í mesta lagi 6.000 kr. fyri hvørt hoyritólið.

Við lógaruppskotið, ið nú fer til hoyringar, verður stuðulin til keyp av hoyritóli frá privatum góðkendum veitara lækkaður, samstundis sum egingjald verður ásett til hoyritól, veitt frá almennu hoyriklinikkini.

Við uppskotinum verður egingjald á 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól, ið verður veitt frá almenna tilboðnum, samstundis sum tilskotið til keyp av hoyritóli frá privatum góðkendum veitara, verður lækkað við 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól, t.v.s. úr 6.000 kr. niður í 4.000 kr.

Viðmerkjast skal, at broytingarnar ikki fevna um tey, sum eru yngri enn 18 ár, og hesi kunnu sostatt framhaldandi fáa hoyritól uttan egingjald.