Skulu flokkar í fólkaskúlanum námsferð uttanlands?

Hesin spurningurin hevur verið uppi og vent í miðlunum fleiri ferðir seinastu tíðina.

Í Hvalbiar skúla halda vit, at viðgerðin av hesum máli í nógvum førum hevur verið í so grunn, tí vilja vit geva okkara íkast til kjakið.

Í Hvalbiar skúla fara næmingarnir í 6. flokki á seturskúla norðanfyri. Áðrenn hetta hava tey vitjað flestu støð í Suðuroynni, bæði á fjøllunum og niðri í bygdunum, tí allur skúlin er eina útferð eina ferð um árið til okkurt stað í oynni, umframt aðrar túrar, sum hvør einstakur lærari skipar fyri.
6. flokkur fer norðureftir til Havnar og har um leiðir at kunna seg um ymiskt, sum er partur av at búgva í Føroyum, okkurt áhugavert, okkurt, sum tey kunnu læra av.
Tey vitja á ymiskum stovnum, t.d. í Kringvarpinum, í Norðurlandahúsinum, á Fornminnissavninum, Sjósavninum, Søgusavninum, tey vitja eisini okkurt virki, t.d Mjólkavirki Búnaðarmanna, fara kanska til Klaksvíkar á Føroya Bjór, tey vitja kanska onkra áhugaverda kirkju ella samkomuhús norðanfyri. Alt hetta fáa tey kunning um, áðrenn tey fara, og eisini meðan tey eru á ferð. Tá tey so koma heim aftur á skúlan, verður hetta viðgjørt á ymiskan hátt, alt eftir hvat næmingar og lærarar gera av.
Seturskúlin varar 3 dagar, og skúlin (Hvalbiar kommuna) rindar. Næmingarnir rinda onki oyra. Vit halda, at okkara næmingar læra nógv av hesi ferð, bæði fakliga og sosialt.

Í 8. flokki fara næmingarnir vanliga eina longri ferð, helst uttanlands. Tey fara til Danmarkar, Hetlands, Týsklands, Prag onkuntíð nakað longri. Tað kemur ann uppá, hvat næmingar, flokslærari og foreldur gera av.
Hugburðurin í Hvalbiar skúla er, at samlað verður inn til námsferðina við tiltøkum, sum næmingarnir við leiðbeining frá flokslærara skipa fyri.
Í fyrsta umfari byrja næmingarnir at samla frá 1. flokki. Tey seta kanska 20 ella 50 kr inn á bók um mánaðin.
Námsfrøðiliga ráðið í skúlanum hevur gjørt av, at tað er 8. flokkur, sum eigur skúlaárið til ymisk tiltøk, sum geva pengar til eina námsferð.

Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at tað at fara á námsferð við næmingum í fólkaskúlanum, um tey so eru 12 ára gomul ella 15 ára gomul, er ikki nøkur stuttleikaferð hjá lærarunum. Tað krevur nógva eyka orku og eldhuga.

Onkur kann so spyrja: Hví fara tit so á námsferð, tá tað krevur so nógv eyka arbeiði? Og vit kunnu bara svara: Tí vit halda, at tað gevur næmingunum so fantastiska nógv. Bæði áðrenn námsferðina, meðan tey eru burtur, og eftir at tey eru komin heimaftur. Tey læra at finna fram upplýsingar um ferðamálið, og tað gevur nógva inspiratión, tá tey vita, at hetta ikki bert eru lektiur. Tey læra eisini nógv ymiskt, sum tey annars ikki høvdu lært, meðan tey samla pengar saman til námsferðina. Tey læra at vera saman í bólki, at arbeiða saman, at hugsa um hini o.s.fr.
Nevnast kunnu nøkur dømir um tiltøkini, næmingarnir í Hvalbiar skúla tey seinastu árini hava arbeitt við. Tey skera kjálkar og lippur, rudda onkra møl, tey greipa fisk og heingja hann upp at ræsa, tey súlta røtur og súltutøj, tey skipa fyri jóla- og páskatiltøkum í skúlanum og bjóða bygdafólkinum við, tey hava framsýningar við t.d. gomlum myndum og gera ymisk heftir við t.d. uppskriftum og áhugaverdum søgum, ja, onkur flokkur hevur eisini skrivað eina bók, sum var vælumtókt um alt landið.
Tey læra at skipa seg og arbeiða saman fyri at fáa eitt úrslit, tey kunnu brúka. Tey læra, at fyri at fáa nakað, mást tú arbeiða og ikki bara rætta hondina fram til mammu og pabba.
Og foreldrini, ommur og abbar og bygdafólkið bakka upp, eisini Hvalbiar kommuna og vinnuvirkini í bygdini bakka upp um 8. flokk, tá hann savnar pengar inn til sína námsferð.

So verður tosað um í miðlunum, at tað kostar so nógvar pengar fyri foreldrini, tá teirra børn skulu á námsferð. Tað kenna vit onki til. Øll hesi seinastu árini hava foreldrini ikki goldið eitt oyra til ferðina, kanska lummapengar, men í nógvum førum hava næmingarnir eisini fingið lummapengar av felags innsavningini. Jú, tað kostar tað, at tú bakkar títt barn upp, men erlig talt: Tað halda vit í Hvalbiar skúla er ein sjálvfylgja, at tú gert. Vit fáa eisini afturmeldingar frá eldri fólki í bygdini, at tey gleða seg at koma til okkara tiltøk, tí tað eru tiltøk, sum samla allar aldursbólkar.

Flokslærararnir leggja nógv fyri hetta árið, men við tí í huganum, at henda námsferðin partvís er ein læra fyri lívið og ein uppliving, sum næmingarnir fara at minnast leingi, og at hetta fyri nøkur hálvvaksin er teirra fyrsta ferð uttanlands, so er tað eyka stríðið vert.

Tað er eitt strævið ár hjá foreldrum. Men allar afturmeldingar, vit fáa, eru positivar. Tey flestu foreldur eru takksom fyri, at skúlin skipar fyri hesum serliga ári, har endabresturin er námsferðin saman við floksfeløgunum, sum tú hevur fylgst við síðani 1. flokk. Hjá nógvum foreldrum er námsferðin eitt “wake upp call”, ásannandi at nú er tíð “at kappa nalvastrongin”, nú er barnið hálvvaksið og á veg út úr barndóminum, og tá eigur tú sum foreldur ikki at fylgja við.
Heimafturkomin er vanligt at hava eitt foreldrakvøld, har greitt verður frá túrinum, myndir verða vístar o.s.fr.
Rík av upplivingum fara tey eftir summarferiuna í 9. flokk, og tá skal orkan leggjast í at arbeiða fram til fráfaringarroyndina. Vit kenna eisini, at næmingarnir leggja stóra orku í arbeiðið í 9.flokki, kanska tí teir eru takksamir fyri, at øll sóknin hevur stuðlað teimum so væl í 8.flokki.

Við hesum skrivi vilja vit vísa á, at ein sak hevur altíð fleiri síður. Tað er spell, um tað ringa umdømið, sum námsferðirnar nú fáa, fara at forða fyri okkara ferðum, men tað skal eisini leggjast aftrat, at avgerðin um uttanlandsferðina altíð verður tikin í samráð við heimini.