Skipakeyp
Tað var ein fegin reiðari, vit hittu í telefonini í morgun – á veg úr Suðuroy og inn á Skálafjørðin at hyggja at skipunum, sum felagið TG Fish hevur keypt frá Føroya Banka.
Tað er felagið P/F Sjagaklettur, sum er størsti einstaki eigari í nýggja felagnum – og næststørstur er eitt felag í Scrabster í Skotlandi.
TG Seafood, sum rekur fiskavirkið í Hvalba, er eisini við, og um hetta felag er Delta Seafood á Tvøroyri partur í keypinum.
Mikkjal sigur, at talið av partaeigarum í nýggja felagnum, TG Fish, er út við fimmti.
Trý loyvi
Sosialurin hevur skilt, at keypsprísurin fyri Navaran og Borgaran liggur um 28 miljónir krónur, men hetta tal vil Mikkjal Hammer ikki vátta.
Reiðarin á Sjagakletti, sum nú eisini verður reiðari á Navaranum og Borgaranum, sigur, at við í keypinum av ísfiskatrolarunum eru eyka fiskidagar.
Hann vil ikki siga ítøkiliga, hvussu nógvir hesir eykadagar eru, men sigur, at vit hava skilt málið rætt, tá vit spyrja, um fiskidagarnir hjá einum av hinum skipunum, ið bankin framvegis eigur, eru við.
Føroya Banki keypi teir seks ísfiskatrolararnar í Klaksvík, Navaran og Borgaran, Fjalshamar og Nónhamar og Safir og Smaragd, á tvingsilssølu.
Sum skilst, verða teir fýra trolararnir seldir útaftur – við eykadøgum, soleiðis at teir tveir seinastu, sum eftir verða, ongar fiskidagar koma at hava.
Tað er Føroya Banki, sum hevur fíggjað keypið.
Skulu klassast
Mikkjal Hammer sigur, at Navarin og Borgarin skulu til klassingar, har serliga verður hugt at høvuðsmotorunum – umframt, at skipini skulu hava aðrar ábøtur.
- Enn er ikki endaliga gjørt av, hvar skipini skulu á beding, men vit vænta, at tey verða klár at loysa til fiskiskap seinnapartin í januar.
Reiðarin heldur, at skipini eru í brúkiligum standi, sum hann tekur til.
Tríggir navigatørar eru knýttir at lemmatrolaranum Sjagakletti, og tað verða teir, sum koma at skiftast um brúnna, tá Navarin og Borgarin loysa. Hesir eru Tórhallur Randrup, John Martin Poulsen og Hanus Tausen – allir úr Hvalba.
Fegnir menn
Suðuroyingar eru fegnir, og fólk eru spent, nú tað hevur eydnast at keypa hesar báðar ísfiskatrolararnar.
Í Hvalba eru menn við drúgvum royndum innan trolvinnu, og seinastu árini hava teir, sum reka eitt nú Sjagaklett og Steintór, víst í verki, at tað ber til at reka fiskiveiði – eisini í truplum tíðum.
- Jú, sjálvandi eru vit spentir, og vit vóna, at hetta fer at eydnast okkum. Undir verandi umstøðum skulu skipini helst fiska fyri í minsta lagi 30 miljónir krónur um árið, um raksturin skal hanga saman.
Mikkjal sigur, at skipini fara at landa, har mest fæst fyri fiskin, men hann vónar, at ein munandi partur av veiðini fer at koma upp á land og til virkingar í Hvalba.
Navarin og Borgarin skulu báðir skifta navn, men reiðarin sigur, at nýggju nøvnini verða ikki almannakunngjørd enn.
Eingin viðmerking
Spurdur, um teir kanska liggja fram við eftir einum pari aftrat av teimum fýra, sum Føroya Banki eigur eftir, sigur Mikkjal Hammer, at tað hevur hann onga viðmerking til.
Hann avvísir ikki, men sigur avgjørdur:
- Tað havi eg onga viðmerking til.