Skulu finna sjáldsamar føroyameistarar í Vági

Hetta vikuskiftið verður Johannustevna í Vági og tá verða eisini onkrar sjáldsamar kappingar á skránni

Johannustevna

Hetta vikuskiftið kemur gamla vágssluppin, Johanna, aftur til heiður og æru. Hon fyllir 120 ár í ár og hetta vikuskiftið verður skipað fyri Johannustevnu í Vági, har ymisk forvitnislig tiltøk eru á skránni.
Ikki minst eru tvær forvitnisligar kappingar á skránni, har tveir sjáldsamir føroyameistarar skulu finnast.
Hesar kappingarnar verða leygardagin .Tá skulu føroyarmeistarin í at egna og í at bøta slætt, finnast.
Ætlanin er at einir seks mans fara at kappast í at bøta eitt rækjunet, sum fullkomiliga eins hol eru skorin í.
Eisini er ætlanin at seks mans skulu egna eina línu upp á tíð. Egnt verður av klemmu og allir fáa sama húkatal. Tað fer at taka einar 30-45 minuttir at avgreiða báðar kappingarnar.
? Helst eru tað menn í øllum landinum sum eru tiltiknir at egna og bøta. Men tað er á Johannustevnuni leygardagin, at føroyameistararnir skulu finnast, siga fyrireikararnir.
Vinnararnir fáa ávikavist forgyltan húk og forgylta nál, umframt eitt steyp.

Tónleikur, røður og fyrilestur
Annars vónafyrireikararnir at síggja nógv fólk á Johannustevnu, ikki minst menn, sum hava siglt við og teir eru ikki so fáir. Somuleiðis vóna tey at síggja fólk, sum hava havt tilknýti til grindamábarnar.
Hjá norðoyingum ber til at fara suður við Smyrli úr Havn leygarmorgun 10 og verða í Vági beint eftir døgverða. Tey, sum vilja sleppa umborð á ein av grindabátunum og fara út á Vágsfjørð, skulu bara siga frá á Kunningarstovuni í Vági á telefon 284342.
Annars verður tónleikakafé í Stóra Pakkhúsi fríggjakvøldið frá klokkan 21 ? 01, har Neil Joensen og onnur, framføra.
Leygardagin klokkan 13 er ætlanin at bátarnir, sum eru við á Johannustevnuni, skulu koma inn eftir fjørðinum, har grindabátarnir taka ímóti.
Klokkan 15 verða so føroyameistarakappingarnar í at egna og at bøta. Har verður eisini togtogan ímillum manning av Skiasmiðjuni og lærarar í Vági og somuleiðis verður uppboðssøla av seyði.
Øll hesi tiltøkini verða á keiøkinum, beint við uppboðssøluna.
Manningarnar á bátunum, sum eru við, fáa eina máltíð fyri onki klokkan fimm. Klokkan 19 verður konsert í kirkjuni, har grønlendska kórið, Aavaat, fer at syngja.
Klokkan 22 fer Óli Holm at flyta fram røðu á Garðabrúgv og aftaná verður felagssangur við harmoniku og gittari undir Stóra Pakkhúsi.
Og á midnátt spæla Hans Jacob og vinmenn til dans í VB-húsinum.
Sunnudagin klokkan 17 fer Durita Holm at greiða frá siglingini kring knøttin við Salku Valku í Stóra pakhúsi, har eisini sjósavnið er opið til klokkan 20.