Ríkisumboðið í Føroyum, Dan M. Knudsen, fer nú í annað starv og tískil skal nýtt ríkisumboð finnast í Føroyum.
Dan M. Knudsen skal í starv í forsætismálaráðnum, har kann skal verða ráðgevi í tí norðuratlantisku stjórnarskrivstovuni á forsætismálaráðnum. Stjórnarskrivstovan hevur sum ábyrgd at ráðgeva í føroyskum og grønlendskum politiskum viðurskiftum.
- Eg havi verið í starvi í Føroyum síðan 1997, fyrst í Tinganesi og frá 2000 hjá ríkisumboðnum, so eg helt, at um nakað nýtt skuldi roynast, so var tað nú, sigur Dan M. Knudsen.
Dan M. Knudsen byrjaði sum fulltrúi í landsstýrinum í 1997. Hann bleiv fulltrúi hjá ríkisumboðsmanninum í 2000 og í 2008 bleiv hann ríkisumboðsmaður.
Ríkisumboðið er ovasta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum. Hann hevur sæti í Løgtinginum, tó uttan atkvøðurætt, men hann hevur rætt at luttaka í løgtingskjakum um felagsmál.
Ríkisumboðið er evsta vald í nógvum familjurættarligum málum, so sum ættleiðing og sundurlesing.