Mentamálaráðið og Kommunurnar eiga at finna eina loysn alt fyri eitt. Tað sigur felagið Heim og Skúli nú í eini áheitan, sum er send Mentamálaráðnum og Kommunufelagnum í dag. Og tað eru talgildu orðabøkurnar hjá Sprotanum á internetinum, felagið hugsar um. Tey siga, at tey harmast almikið um støðuna, sum er íkomin, nú líkt er til, at orðabøkurnar hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum ikki verða tøkar hjá børnum okkara eftir nýggjár. |
- At nú fyrst orðabøkurnar og eisini hendan ómakaleysa innritingarskipan hvørva fyri fólkaskúlanæmingar 1. januar er eitt stórt afturstig fyri føroyskan skúlaskap, siga tey í felagnum Heim og skúli.
Les eisini: Sjálvandi finna vit eina loysn
Felagið heitir tískil á avvarðandi skúlamyndugleikar, tað er kommunur og land, um alt fyri eitt at finna fram til eina felags varandi loysn fyri framhaldandi atgongd til orðabókatænasturnar, so fólkaskúlanæmingar ikki fara at merkja eitt stórt afturstig í síni skúlagongd.
- Somuleiðis meta vit, at møguleikarnir fyri eini opnari og ókeypis orðabókaskipan fyri øll eiga at vera kannaðir nærri. Tí tað hevði verið besta loysnin fyri allan skúlaskap og móðurmál okkara, sigur felagið Heim og Skúli.