Skulu fara undir tunnil til Sandoy beinanvegin

Arbeiðið at gera undirsjóvartunnil í Sandoy skal byrja beinanvegin næsta ár, heldur minnilutin í fíggjarnevndini. Teir vilja hava Løgtingið at seta 30 milliónir av til endamálið

- Arbeiðið at gera undirsjóvartunnil í Sandoynna, skal byrja beinanvegin.
Tað heldur minnilutin í fíggjarnevndini hjá fíggjarnevndini.
Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum, sigur, at minnilutin í fíggjarnevndini hevur mælt til at gera fleiri íløgur, sum fara at gera samfelagið bíligari í longdini.
Ein av hesum íløgunum er undirsjóvartunnilin í Sandoynna.
Tí mæla Páll á Reynatúgvu, Kári P. Højgaard og Karsten Hansen til, at Løgtingið longu næsta ár setir 30 milliónir av til tunnilin.
Harafturat eigur landsstýrið at leggja verklagslóg fyri Løgtingið longu áðrenn 1. mars.
Tað vildi verið eitt samferðsluligt nýbrot av teimum heilt stóru, tí tað hevði bundið tey veikastu økini, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy, tættari at miðstaðarøkinum.
Samstundis mælir minnilutin til, at sjey milliónir verða settar av til tunnils til Dals.
Men skotið verður eisini upp, at tað skal verða ókeypis at ferðast við Strandferðluni.
Haraftirat vil minnilutin seta 7,5 milliónir av til eftirskúla í Hvalba, umframt at sjey milliónir verða settar til havnagerð í Skúvoy og í Svínoy.
- Yvirhøvur hava vit eisini lagt dent á at styrkja útjaðaran, sigur Páll á Reynatúgvu.
Men umframt hetta, mæla vit eisini til at fylgja PISA tilmælinum og vilja tí hava fimm milliónir afturat til fólkaskúlan og tær skulu brúkast til 1.-3. flokk. Vit mæla eisini til at sera Kyotu sáttmálan í verk og at styrkja tjóðpallin.
- Vit mæla eisini til at strika skattalættan, men at lækka donsku ríkiveitingina at kalla tilsvarandi, leggur Páll á Reynatúgvu afturat.
Tilsamans gevur fíggjarlógin hjá minnilutanum milliónir í avlopi, men tá er ikki roknað við ymsum serinntøkum, eitt nú inntøkum frá einskiljingum.
Meirilutin í fíggjarnevndini hevur roknað við 74 milliónum í avlopi, umframt serinntøkunum.