Skulu fáa gongd á børnini í barnagørðum

Næsta ár skal vera rørsluár í dagstovnum kring landið

Næsta ár skal vera rørsluári í føroyskum dagstovnum. Tað skjýtur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, upp.

 

Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið hava havt sín fyrsta fund í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í heyst. Og í tí sambandi førdi Jógvan Philbrow fram, at hann kundi hugsað sær tættari samstarv við kommunalu arbeiðsgevararnar um ymiskt, har partarnir draga eina línu, sigur Pedagogfelagið í eini fráboðan

 

Í hesum sambandi vildi hann hava, at semja verður um at gera næsta ár, altso, 2016, til eitt rørsluár á dagstovnaøkinum.

 

Pedagogfelagið sigur, at hetta fekk góða undirtøku

 

Tveir av nevndarlimunum í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Gøtu, vitstu av royndum, at nú á døgum røra børn seg minni enn tey gjørdu fyrr, og tí eru teir samdur í, at tørvur er nettupp at varpa ljós á rørslu í barnagørðunum.