Føroyska landsliðið hevur júst havt sín seinasta taktikkfund áðrenn brakið móti Danmark í Skjern Bank Arena.
Nú nærkast veruliga og seinasti taktikkfundurin var nýttur at sláa nakrar avtalur heilt fast.
In.fo hevur lovað at ikki avdúka nakað taktiskt upplegg, men eftir taktikkin legði Sonni Larsen dent á, at sálarliga spælið eisini fer at hava týdning.
-Vit skulu stríðast allan dystin. Hetta noyðist eg ikki at siga, tí eg veit at tað fara tit at gera eins og altíð, greiddi Sonni Larsen leikarunum frá.
-Hetta er okkara heimavøllur, og vit fara at fáa stuðul av nógvum fólki, og hetta skulu vit nýta til okkara fyrimun, helt landsliðsvenjarin millum annað fyri.
-Sálarliga styrki okkara er tað, ið gevur okkum fyrimun móti dønum, og tað skulu vit duga at nýta til okkara fyrimun, var niðurstøðan hjá venjaranum áðrenn leikararnir fóru at hvíla seg áðrenn teir av álvara fara at hugsavna seg um ein hin torførasta dystin í hondbóltssøgu Føroya.
Landsdysturin Føroyar - Danmark byrjar í dag klokkan 15.10
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum