Ætlanin hjá NASA er at taka tær mannaðu ferðirnar til mánan uppaftur í 2020, og gongst sum ætlað, skal tann fyrsta mannaða støðin standa klár longu fýra ár seinni. Avgerðin er tikin, eftir at NASA hevur ráðført seg við umleið 1.000 serfrøðingar í 14 ymsum londum.
Stjórin í amerikonsku rúmdarumsitingini, Shaun Dale, sigur við AP, at rúmdarførini, sum skulu brúkast til mánaferðirnar, fara at líkjast teimum gomlu Apollo-førunum frá sekstiárunum í skapi, men annars verður alt øðrvísi. Sjálvar ferðirnar verða eisini øðrvísi. Í sekstiárunum vóru vitjaninar á mánanum stuttar, og førini lendu altíð miðskeiðis á mánanum. Tær næstu ferðirnar verður steðgurin munandi longri, og nú skulu førini seta seg við annan av pólunum á mánanum, sigur Shaun Dale. Eitt annað, sum eisini verður øðrvísi, er, at í framtíðini skulu onnur lond taka lut í mánaferðunum saman við amerikanarunum.
Sum skilst ætlar NASA at byggja eins støð nærhendis suðurpólinum á mánanum, tí har ber til at fáa sum mest burtur úr sólarljósinum, tá støðin skal gera elorku.
Tað farið, sum skal setast niður á mánan, verður sum ein lítil vøruvognur, sum verður fullur av allari nútímans tøkni og útgerð til mánamenninar.
Fyri tveimum árum síðani segði George W. Bush, forseti, at USA fer at seta menn á mánan innan 2020. Sostatt hevur NASA 16 ár til at fyrireika mánaferðirnar, og tað er tvær ferðir tað, sum umsitingin fekk til at fyrireika tær fyrstu mánaferðirnar í sekstiárunum, skrivar AP.
Leiðslan í NASA er ikki sinnað at siga, hvat tann nýggja mánaverkætlanin fer at kosta.