Nýtt barnaheim skal byggjast í Havn.
Tað stendur á listanum yvir uppskot, sum landsstýrið fer at leggja fyri tingið hesa tingsetanina.
Endamálið við lógini er at geva Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, heimild at fara undir at byggja nýtt barnaheim í Tórshavn.
Nýggja barnaheimið skal hava áleið 25 búpláss, umframt familjueind, útslúsing og eftirvernd.
Barnaheimið hoyrir undir málsøkið hjá Almannaráðnum.