Alcoa Inc., sum er heimsins størsta aluminiumsfelag, ætlar at byggja eina verksmiðju afturat í Íslandi.
Wall Street Journal skrivar, at verkætlanin er mett at kosta eina milliard amerikanskar dollarar, og at virkið verður ført fyri at framleiða 250.000 tons av aluminium um árið.
Alcoa vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini í Wall Street Journal, men blaðið sigur seg vita, at umboð fyri Alcoa fara at leggja ætlanina fyri íslendsku stjórnina í dag.