Skulu byggja akademi

Eitt risa-stadion er ikki einasta ætlanin, sum FCA-invest barslar við. Eigararnir av FC Amager vilja eisini byggja nýtt fótbóltsakademi, har framtíð superliguspælarar skulu klekjast. Í síni tíð í FC Midtjyllan hevur Brian Mollerup sjálvur verið við til at skapa eitt fótbóltsakademi í Jyllandi, men sum hann sigur, so er eingin orsøk til, at midtjydarnir eisini skulu taka sær av evnaríkum spælarum frá Sjællandi og Fjóni.