Skulu akta ella kemur eykarokning

Borgarar í Havn mugu heldur finna sær havasaksin fram

Tórshavnar kommuna heitir í dag á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum. Gera borgarar ikki tað, so fær tað avleiðingar, sigur kommunan. 

 

 

- Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað, skrivar kommunan og sigur, at hesi boðini skulu aktast ella kemur ein eykarokning. 

 

 

- Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri rokning grundeigarans. Klipt skal verða ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt skal fríhæddin vera 2,5 metrar. Hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar - og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður, skrivar kommunan.