Hevði Edmund Joensen gingið í miðnámsskúla, hevði hann verið útblakaður fyri jól, tí har hevði fráveran verið alt ov stór, til at hann slapp at halda fram, men í tinginum er ongin møtiskylda, og tí er ongin trupulleiki fyri lógini at vera burtur alla tíðina, um ein tingmaður hevur samvitsku til tað.
Veruleikin er hann, at Edmund Joensen hevur verið burtur 29 av 95 fundum, um hugt verður í gerðabøkurnar hjá tinginum.
- Eg boðaði beinanvegin frá, tá eg varð valdur á fólkating, at eg fór at taka uppgávuna í størsta álvara, og tá eg haldi tað vera neyðugt, so havi eg kallað eykamann inn fyri meg. Men eg fari ikki at kalla eykamann inn, bara fyri at onkur skal vera har, sigur Edmund Joensen.
Sparir pening
Men skal eykamaður inn, so skal hann vera har í minst sjey dagar, og tað merkir, at ein eykamaður afturat fær løn, umframt fólkatingsmannin sum fær farloyvi við løn, tá talan er um politisk ørindi. So tingið skal rinda tvær tinglønir, og tí heldur Edmund Joensen, at tað ofta er betri, at lata vera við at kalla eykamann inn.
- Eg havi havt eykamann inni tríggjar ferðir, tá eg havi hildið tað vera neyðugt, men eg royni at skipa arbeiðið so skynsamt sum gjørligt, sigur Edmund Joensen.
Høgni Hoydal sparir pening á ein annan hátt.
- Tá eg fari niður á Fólkating og biði um farloyvi, so kalli eg Fólkatingið fyri privat ørindi, tí eg haldi tað vera eina undarliga skipan, sum ger, at tað ber til at fáa dupulta løn, sigur Høgni Hoydal.
Edmund Joensen metir hinvegin, at so leingi skipanin við dupultu lønunum er galdandi, so er ikki annað at gera enn at fylgja henni.
Hin burtur helvtina minni
Høvuðsargumentið hjá Edmundi Joensen, fyri at vera burtur úr tinginum, er, at hann eisini skal røkja sín fólkatingssess, og tað við lít. Men teir eru tveir á fólkatingi, og Høgni Hoydal, sum er hin fólkatingslimurin hevur bara verið burtur 16 ferðir, av teimum umleið 85 fundunum á tingi, meðan Høgni Hoydal hevur verið tingmaður í hesi tingsetuni, eftir at CHE-samgongan slitnaði.
Hann hevur havt eykamann inni einaferð í tingsetuni.
Nógv nevndararbeiði
Men Edmund Joensen tekur fólkatingsarbeiðið í størsta álvara, er í stjórn í Danmark og er í fleiri nevndum.
- Eg siti í stjórn, eri formaður í Føroyanevndini, sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð, umframt, at eg eri í uttanríkispolitiku nevndini hjá Fólkatinginum, og hon fer eisini við nógvari tíð. So eg meti veruliga, at eg geri sum mest á Fólkatingið, sigur Edmund Joensen.
Í uttanríkispolitisku nevndini hjá Fólkatinginum verður nógv gjørt fyri at kunna onnur lond um danska ríkið, og soleiðis metir Edmund Joensen, at hann hevur ein møguleika at hava fingurin á pulsinum í nógvum stórpolitiskum málum, sum Føroyar annars hava havt lítla ávirkan á. Edmund Joensen roynir eisini sum formaður í Føroyanevndini at fáa so nógv fokus á Føroyar sum gjørligt.
Men hin fólkatingsmaðurin, Høgni Hoydal, situr í somu nevndum sum Edmund Joensen, umframt, at hann er í Evropanevndini og í økonomisk udvalg, sum hann tó roynir at sleppa burturúr.
Kann røkja bæði
Men so er spurningurin, um Edmund Joensen ikki bara skuldi verið fólkatingsmaður.
Tað heldur hann ikki sjálvur.
- Eg haldi tað vera øgiliga gott, at eg eisini kann vera ein partur av tinginum, tí soleiðis veit eg, hvat gongur fyri seg á tingi, men eg royni eisini at skipa tað soleiðis, at flokkurin fær arbeitt sum best, hóast eg ikki eri í tinginum, og tí fari eg ikki í ov nógvar týðandi sessir, greiðir hann frá.
Formaðurin hartar ongan
Hergeir Nielsen, tingformaður, heldur ikki, at nakar skal hartast fyri at møta illa upp, tí tingmenn standa bara til svars fyri sínum egnu veljarum. Hann heldur eisini, at tað er natúrligt, at fólkatingslimir eru eitt sindur burtur, tí teir hava í veruleikanum tvey størv. Eisini greiðir hann frá, at registreringin í tinginum ikki sigur allan sannleikan, tí hon sigur bara, hvussu nógvar fundir ein løgtingslimur hevur verið til, og ikki hvussu nógvar tímar ein tinglimur hevur verið til staðar.
- Tað er eisini møguleiki at møta upp, og so at fara avstað aftur. Tey, sum búgva langt úr Havnini missa eisini nakrar dagar, tí skal eg, sum suðuroyingur til tannlæknan, so má eg vera ein heilan dag burtur, til dømis, greiðir tingformaðurin frá.