Hin 7. desember verður jólasøla í skúlanum í Húsavík, sum Jóhannurnar báðar, Hanna Sørensen og Jóhanna F. Jancyardóttir, saman við øðrum hava tikið stig til.
- Vit hava heitt á fólk um at koma við ymiskum til jólasøluna, og tað eru nøkur sum hava sagt frá, at tey eru við. Vit vænta, at hetta verður ein sera hugnaligur og jólaligur dagur í Húsavík.
Hanna Sørensen sigur, at á søluni verða ymisk jólating og ymiskt heimagjørt, og her verður eisini heimagjørt bróstsukur og annað, sum hoyrir jólunum til.
- Sjálvandi verður eisini høvi til kaffi og góðar køkur, sigur hon.
Hon vísir á, at í einari bygd sum Húsavík hendir ikki so nógv alla tíðina.
- Tí vilja vit fegin hugna um dagarnar undan jólum við at skipa fyri hesum tiltaki í skúlanum, sigur Hanna Sørensen.