Skuldu spreingja skúlan

Ein dómstólur í Ísrael hevur dømt tríggjar jødiskar niðursetumenn sekar í at hava lagt eina ætlan um at spreingja ein palestinskan skúla í luftina.

Teir tríggir menninir eru úr niðursetubygdini Bat Ayin nærhendis Betlehem. Teir vórðu tiknir, tá teir vóru í ferð við at seta ein lastbil millum eitt sjúkrahús og ein gentuskúla í palestinska býarpartinum Attur. Tað vísti seg, at lastbilurin var fullur av spreingievni.
Rætturin kom til ta niðurstøðu, at menninir ætlaðu at fremja hópmorð, men tað er ikki greitt enn, hvussu harða revsing teir fáa. Tað verður avgjørt seinni.

Níggju aðrir ísraelsmenn vórðu skuldsettir fyri at vera uppi í einum ísraelskum yvirgangsfelagsskapi, men teir sluppu úr varðhaldinum, tí løgreglan hevði ikki nóg góð prógv ímóti teimum. Nakrir teirra skulu kortini sita í húsavarðhaldi eftir boðum frá rættinum.