Skuldu søkja at danskari sendistovu

Indonesiska løgreglan hevur avdúkað eina ætlan um eina yvirgangsatsókn at donsku sendistovuni í høvuðsstaðnum Jakarta. Tað kunngjørdu indonesisku myndugleikarnir í dag. Myndugleikarnir siga, at løgreglan tók trý fólk í dag miðskeiðis á oynni Java, og at ein av teimum tiknu av tann víðgongdi presturin Abdullah Sunata, sum indonesiska løgreglan hevur leitað leingi eftir.

Sagt verður, at teir tríggir vórðu tiknir í sambandi við fleiri húsarannsóknir, og at løgreglan fann ymisk vápn og vegleiðingar um, hvussu bumbur og lutir til bumbur kunnu gerast.

Trygdarkeldur í Indonesia siga við tíðindastovurnar, at yvirgangsfelagsskapurin Jemaah Islamiyah hevði lagt ætlanir um at søkja at donsku sendistovuni í Jakarta fyri at hevna tekningarnar av Muhammed profeti.