Ísraelsk bløð vilja vera við, at ísraelsku myndugleikarnir høvdu lagt eina ætlan um at beina fyri Saddam Hussein, tá hann var og fylgdi verfaðirinum til gravar í 1992.
Morðið varð lagt til rættis, eftir at Irak sendi fleiri rakettir eftir ísraelskum málum undir Flógvakrígnum í 1991. Ætlanin var at beina fyri irakska forsetanum við einari serbygdari rakett, men tá fimm hermenn, sum skuldu fremja morðið, doyðu undir einari venjing, bleiv ætlanin slept. Táverandi forsætisráðharrin, Yitzak Rabin, gav heldur ongantíð loyvi til at fremja morðið, skrivar blaðið Maariv.
Sambært blaðnum doyðu teir fimm hermenninir í einari venjing í Negev-oyðimørkini í oktober í 1992. Hermenninir, sum spældu lívverjar hjá Saddam Hussein, doyðu, meðan lagnunnar speisemi vildi tað so, at maðurin, sum spældi Saddam Hussein, slapp livandi frá tilburðinum. Heryvirmaðurin, sum sendi rakettina avstað, fekk tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing. Hnn flutti seinni til USA, skrivar Maariv.