Skuldu hildið trýstinum

Eftir ein seinn hálvleik, har teir sótu á tí mesta, eydnaðist Víkingi at vinna seg upp á javnt. Og tí var tað sum vátur vøttur, tá B36 stutt seinni skeyt tað, sum vísti seg at verða sigursmálið.

- Tað er øgiliga keðiligt. Eg haldi, at vit stríðast væl, men so gera vit eitt mistak, tá vit hava fríspark, og tað verða vit revsaðir fyri. Tað er øgiliga tungt, men vit detta kanska eisini ov langt aftur, eftir at vit høvdu javnað. Vit skuldu bara hildu á fram at trýst, so tað var kanska okkara egna skyld, sigur Niclas Niclasen, sum er skipari á Víkingaskútuni.

Tapið ber við sær, at Víkingur bert hevur trý stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar, og tað er Niclas avgjørt ikki nøgdur um.

- Sjálvandi er tað ikki nøktandi. B36 í Havn er hinvegin ein trupul dystur. So eg haldi heldur, at vit skulu iðra okkum um stigini, sum vit ikki vunnu móti ÍF. Í dag høvdu vit verið nøgdir við eitt stig, og tað var eisini nær við. Men tíverri gekk tað ikki, staðfesti Niclas Niclasen.