Undir Kalda Krígnum ætlaði bretska stjórnin at fjala Elisabeth drotning, um tað skuldi hent, at kjarnorkukríggj beast á millum Vesturheimin og Sovjetsamveldið. Ætlanin bar í sær, at drotningin skuldi fjalast umborð á kongaskipinum Britannia, sum skuldi leggja á einum fjarskotnum firði á skotsku útnyrðingsstrondini.
Hetta stendur at lesa í bókini The Secret State, sum professarin Peter Hennesssy hevur skrivað, og sum júst er givin út á øðrum sinni í broyttari útgávu.
Sambært professaranum bleiv tann gamla ætlanin frá Kalda Krígnum tikin framaftur aftan á yvirgangsatsóknirnar at USA tann 11. september í 2001.









