Millum annað er maðurin skuldsettur fyri at hava selt ella roynt at selt tilsamans 13 gram av amfetamin, og eisini fyri at hava selt ella ligið inni við tilsamans ikki færri enn 71 ecstacytablettir. Harafturat eru nakrar aðrar smærri ákærur móti manninum, so sum at hava givið løgregluni fremstafingur og rópt ósømilig orð eftir teimum.
Noktar seg sekan
Tann 21 ára gamli maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærunum, sum høvdu við sølu av annaðhvørt amfetamin ella ecstacy at gera. Millum annað greiddi hann frá, at tær 45 ecstacytablettirnar, ið hann hevði uppi á sær, tá ið hann varð tikin í sambandi við Summarfestivalin í fjør, vóru til egna nýtslu, og at tað ikki var óvanligt, at hann tók eini 12 slíkar upp á eitt "ballingarkvøld", sum hann málbar seg í rættinum.
Fleiri vitni vóru avhoyrd í rættinum í gjár, men av tí at okkurt vitni, ið skal hoyrast í málinum, er burturstadd, var rættarmálið niðurlagt, og tað verður tikið upp aftur í mai mánaða.










