Skuldsettur fyri dráp: Fongslaður í fýra vikur

Ein maður, sum er skuldsettur fyri manndráp er nú varðhaldsfongslaður

Tann 68 ára gamli maðurin, sum varð handtikin í gjárkvøldið, og skuldsettur fyri manndráp, er nú varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

 

Maðurin er í fyrstu atløgu skuldsettur fyri at hava dripið ein 61 ára gamlan menn, men í øðrum lagi er hann skuldsettur fyri serliga grovan harðskap ímóti manninum undir skerpandi umstøðum.

 

Hann noktar seg sekan í øllum skuldsetingum, men eftir eina grundlógaravhoyring, sum vardi í næstan hálvan triðja tíma, kom dómarin til ta niðurstøðu, at grundarlag er fyri at fongsla mannin í fýra vikur.

 

Maðurin skeyt ikki avgerðina inn fyri landsrættin. 

 

Hesa tíðina skal løgreglan brúka til at kanna málið. Í tí sambandi skulu tekniskar kanningar gerast inni, har maðurin doyði, eins og vitni skulu avhoyrast.

 

Les eisini: Noktar seg sekan

Les eisini: Ein skelkandi hending

Les eisini: Maður skuldsettur fyri morð í Havn

Les eisini: Níggju morð í fimmti ár