Skuldseta Karsten og Jenis fyri at lúgva

Giktafelag Føroya er óvanliga hvassorðað ímóti Karsten Hansen og Jenis av Rana

Tað sær út til, at viðgerðin av giktsjúkum í Føroyum, skal knúsast niður.

 

Tað sigur Giktafelag Føroya í eini óvanligari hvassorðaðum skrivi, tey hava almannakunngjørt í dag.

 

Felagið heitir á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, og á landsins myndugleikar um at fáa tolandi umstøður á giktaserøkinum, og hjá einasta giktalæknanum í landinum.

 

Men tey átala, at beinleiðis ósannindi verða førd fram av tingsins røðarapalli, tá ið giktaøkið hevur verið til viðgerðar.

 

- Hóast Karsten Hansen veit at tað ikki er veruleiki, hevur hann ført fram, at tvær milliónir eru fluttar frá Heilsutrygd til Landssjúkrahúsi í samráð við leiðsluna á Landssjúkrahúsið og Pero Sore, sum tá hevði ábyrgd av giktaøkinum.

 

- Giktalæknin hevur ikki verið við til at gera nakra avtalu um at flyta pening frá Heilsutrygd til Landssjúkrahúsið, og hetta er landsstýrismaðurin væl vitandi um, sigur Giktafelagið

 

- Og tað er beinleiðis lygn, tá ið Jenis av Rana, tingmaður, førir fram, at “hasin læknin” framvegis er til arbeiðis.

 

Tey sipa til, at Jenis av Rana hevur upplýst á tingsins røðarapalli nakað síðani, at hann visti einki um, at serlæknin i gikt ikki arbeiddi, tvørtur.

- Einasti giktlæknin seinnu árini er givin í starvi sínum, staðfestir Giktafelagið.

 

- Tað merkir, at 1500 føroyingar, sum hava tørv á viðgerð, ikki fáa ta hjálp, sum teimum tørvar, sigur Giktafelagið.

 

Tey siga, at arbeiðsumstøðurnar hjá giktalæknanum, hava verið ótolandi í langa tíð. Tað hevur heldur ikki borið til at fáa avtalu við Heilsutrygd, so privat viðger kann gevast undir skipaðum viðurskiftum.

 

- Vit vilja minna á, at síðani Pero Sore tók við ábyrgdini av giktaøkinum fyri fimm árum síðani, er bíðitíðin stytt frá tveimum árum til tveir til fýra mánaðir, umframt at tað ber til at seta seg í samband við hann, tá ið tað er bráðneyðugt.

 

- Hetta hevur bara borið til, tí at læknin eisini hevur arbeitt uttan fyri vanliga arbeiðstíð – altso í frítíðini, sigur Giktafelagið.

 

Fíggjarmálaráðið, Heilsutrygd og Serlæknafelagið hava samráðst um treytirnar fyri “privatari” praksis í fimm ár, men tað tykist ikki, sum hevur nakar av hesum áhuga í einum varandi sáttmála.

 

Tað er beinleiðis skeivt, tá ført verður fram, at fastar seravtalur ikki kunnu gerast við einstakar læknar og serlæknar. Sum nú er, eru seravtalur fyri fleiri serøki  innan heilsuverki eins og við læknar á lokal-sjúkrahúsum. Hóast hetta, so sýnist tað sum um, at hetta onkursvegna ikki skal kunna bera til innan giktaøkið!!! Í 2012 vórðu 700 undirskriftir handaðar Karsten Hansen, men framvegis hevur viljin ikki verið til staðar at loysa hetta.

 

- Samstundis sum einasti giktalæknin hevur sagt seg úr starvi, ljóða fagnaðarróp, tí ein giktalækni hevur søkt starv í Føroyum. Tað mátti verið sjálvsagt, at arbeiðsumstøðurnar hjá verandi giktalækna vórðu fingnar í tolandi støðu, áðrenn søkt verður eftir nýggjum lækna, heldur Giktafelagið.

 

 

Við at trýsta HER, fæst meiri at vita um, hvat Giktafelag hevur um viðgerðina av gikt í Føroyum 

 

 

Tey siga, at hartil byrjar ein nýggjur lækni á berum, tí hann kennir ikki sjúklingarnar á sama hátt, sum nú fyrrverandi giktalæknin, og tí verður viðgerðin av føroyskum giktasjúklingum sett fleiri ár aftur.

 

- Í dag er tilboðið til føroyskar giktasjúklingar verri enn tað var í 1982, sigur Giktafelagið.