Skuldin í fiskiflotanum tvífaldað

Tey seinastu fimm árini er skuldin hjá føroyska fiskiskipaflotanum tvífaldað

Føroyski fiskiflotin hevur nærum tvífaldað sína skuld eftir fimm árum, og handlað fiskiloyvi eru ein partur av frágreiðingini. Skuldin er vaksin úr 1,6 mia. krónum í 2002 í góðar tríggjar mia. krónur í 2006. Tað skrivar Vinnuvitan.

Samstundis sum skuldin er vaksin so nógv, er eginognin hjá reiðaríunum bara vaksin umleið eitt prosentstig.

Stórsti vøksturin í skuld er at finna hjá nótaskipunum, men eisini hjá verksmiðjutrolarunum, har skuldin er vaksin nærum 40 prosentstig seinastu fimm árini.