Skuldin er nú minkað 200 milliónir

Nú er skuldin 18 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni

Føroya Landsstýri hevur í dag rindað eitt lán upp á 1,3 milliardir. Lánið er goldið við at endurfíggja 1,1 milliard og við at rinda 200 milliónir úr landskassanum.

 

Tann 18. mai tók Landsstýri eitt tvey ára lánsbrævalán upp á 1,1 milliard. Hetta lánið er brúkt til at rinda skuld, sum fellur til gjaldingar í dag.

 

Harafturat rindar landskassin 200 milliónir av gjaldførinum, og tískil minkar skuldin hjá landskassanum 200 milliónir. Eftir lógini skal landskassans hava 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í gjaldføri og tað svarar til góðar tríggjar milliardir. Í ár hevur gjaldførið hjá landskassanum verið góðar 3,4 milliardir í miðal, og tað er væl meiri enn tað, sum er kravt eftir lógini. Tí var mett, at tað var ráðiligt at brúka 200 milliónir av gjaldførinum hjá landskassanum til at rinda skuld við.

 

Nú skuldin 200 milliónir eru goldnar av skuldini, verður nominella lánsbrævaskuldin hjá landskassanum 3.743 milliónir, sum eru 18 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

 

Sí myndina niðanfyri.

 

##med2##